Vallistarnir til fólkatings- og løgtingsvalini, sum verða ávikavist 24. og 26. mars 2026, liggja frammi til alment eftirlit.
Listarnir eru á kommunuskrivstovuni frá í dag, 6. mars, og verða liggjandi alment frammi til fríggjadagin 20. mars.
Øll eru vælkomin at kanna vallistarnar á kommunuskrivstovuni í vanligari avgreiðslutið, sum er mána- fríggjadag kl. 9:00-15:00.







