Skjøl frá fyrsta bygdarráðsfundi

Nógv spennandi er komið undan kavi, nú Vestmanna kommuna er farin undir at talgilda sítt stóra skjalasavn og fyrireika seg at lata tað til Tjóðskjalasavnið. Millum skjølini er komið fram á gerðabókina frá fyrsta bygdarráðsfundinum í søgu Vestmanna kommunu. Á fyrsta bygdarráðsfundi byrjar gerðabókin við, at hóskvøldið 27. oktober í 1892 klokkan hálvgum átta “åbnedes…

Vallistarnir lagdir fram til alment eftirlit

Vallistarnir til fólkatings- og løgtingsvalini, sum verða ávikavist 24. og 26. mars 2026, liggja frammi til alment eftirlit. Listarnir eru á kommunuskrivstovuni frá í dag, 6. mars, og verða liggjandi alment frammi til fríggjadagin 20. mars. Øll eru vælkomin at kanna vallistarnar á kommunuskrivstovuni í vanligari avgreiðslutið, sum er mána- fríggjadag kl. 9:00-15:00.