Asfaltering

Eftir ætlan skuldi tað, sum manglar at asfaltera, verið asfalterað áðrenn summarfrítíðina. Men asfaltfyritøkan hevur nú boðað frá, at hetta klárar hon ikki. Fyritøkan kundi gjørt ein part av arbeiðinum, men mett verður, at best er at gera alt arbeiðið um somu leið. Fyritøkan hevur tí boðað frá, at asfaltliðið kemur til Vestmanna at asfaltera…

Vestmannadagar 2020

Vestmannadagar 2020 vera í døgunum 14. til 20. september. Fyrireikingarnar eru farnar í gongd og vit kunnu lova tykkum eina spennandi skrá. Nøkur av teimum mest vælumtøktu tiltøkunum frá undanfarnu árum verða aftur á skránni hesuferð, men vit arbeiða eisini við fleiri nýggjum tiltøkum, sum tit kunnu gleða tykkum til.

Vestmanna Kommuna nýggja heimasíðu

Seinastu vikurnar hevur verið arbeitt við at gera nýggja heimasíðu til Vestmanna Kommunu. Nú er komið á mál og nýggja heimasíðan er løgd út alment. Arbeitt hevur serliga verið við at dagføra sniðið á heimasíðuni og gera bygnaðin einfaldan, so at hon eisini egnar seg til teldlar og snildfonir. Við nýggju heimasíðuni leggja vit okkum…

Glas av vatni

Drekkivatnið er reint aftur

Trupulleikar hava seinastu tíðina verið við góðskuni á vatninum, og hóast kloring og onnur átøk hevur ikki eydnast at reinsa vatnið fyri bakteriur. Fyrr í vikuni vísti tað seg, at UV-rørini vóru viknað og onkur enntá brostin. Hesi skuldu ætlandi skiftast innanfyri teir næstu 14 dagarnar, men hetta varð nú framskundað. Tá hesi vóru skift…