COVID-19 – virksemið næstan vanligt

Nú tamarhald tykist vera komin á smittubreiðsluni av koronu, og eingin nýggjur smittutilburður hevur verið staðfestur í meira enn eina viku, hevur Vestmanna Kommuna avgjørt, at virksemið hjá Kommunu økist enn meira. Mint verður tó á týdningin av at halda neyðugu frástøðuna og gott reinføri. Til ber at lesa um almennu tilmælini á corona.fo  …

Hugsið um umhvørvið, tá tit taka nátar

Nú nátatíðin er fyri framman, vilja vit minna tykkum á serstøku leiðbeiningarnar viðv. burturbeiningini av leivdunum. Hugsið um umhvørvið og havið hesar leiðbeiningar í huga: Burturkastið skal vera so væl avvatnað sum gjørligt, fyri at minka um útlátið úr roykinum á Brennistøðini, sum kann dálka umhvørvið. Fjaðrar skulu vera í posum, sum ikki eru heilt…

Hevur tú ongan posa eftir?

IRF ber nýggjar posar út í viku 37. Tvær ferðir árliga verða 28 gráir posar bornir út. Hetta strekkir til, at IRF heintar ein posa um vikuna, umframt at hvørt húski hevur tveir eykaposar til hvørt hálvár.   Stórt húski? Tá 6 fólk ella fleiri eru í húskinum, hevur tú rætt til fleiri posar, og…

Vestmannadagar 2020 avlýstir

Vestmanna Bygdarráð avgjørdi týskvøldið 25. august 2020 endaligt at avlýsa Vestmannadagarnar 2020. Orsøkin er smittuvandin í samband við koronu-farsóttina. Vestmannadagarnir hava verið fyriskipaðir síðani 2013, og undirtøkan øll árini hevur verið sera góð. Tað er tí sera harmiligt at muga taka hesa avgerð, men vit meta tað ikki vera rætt at skipa fyri tiltøkum gjøgnum…

Bakteriur í drekkivatninum

Í sambandi viđ arbeiđiđ at skifta stýringarnar á vatnverkinum, eru bakteriur stađfestar í drekkivatninum. Mælt verđur tí borgarunum til at kóka drekkivatniđ. Lýst verđur, tá iđ vatniđ er reint aftur. Orsøkin, til at bakteriur eru staðfestar í drekkivatninum, er, at hesa og komandi viku verður eitt stórt arbeiðið gjørt á vatnverkið. PLC-stýringarnar verða skiftar hesa…

Covid-19 – virksemið byrjar aftur

  Koronaráðgevingin metir, at smittubreiðslan er av slíkum slag í løtuni, at tað er ráðiligt at opna skúlar, frítíðarskúlar og dagstovnar aftur í samsvar við tær vegleiðingar, sum vóru sendur út í mai. Samsvarandi hesum byrjar virksemið hjá Vestmanna Kommunu tí aftur frá mánadegnum 17. august 2020.   Dagstovnaøkið Dagstovnaøkið (Gjáarlon, Látipípan og Frítíðarstovan) lata…

Átøk á eldraøkinum inntil 21. august 2020

Kunningarskriv frá Heimatænastuni í VEKS: Nú Koronasmittan aftur er staðfest í landinum, er alneyðugt, at hvørt einstakt starvsfólk, og hvør einstakur borgari, eru sera tilvitað um atferð, reinføri og fjarstøðu. Í fyrstu atløgu gera vit tí fylgjandi inntriv, í eini roynd at fyribyrgja, at smittan rakar okkara eldru borgarar og starvsfólk: Tað verður ikki møguligt hjá…

Virksemið hjá Vestmanna Kommunu skert komandi vikuna

Orsakað av, at korona-smittan nú av álvara hevur tikið seg uppaftur kring landið, hevur Vestmanna Kommuna avgjørt at seta ymisk tiltøk í verk til tess at fyribyrgja smittu av korona-virus. Dagstovnaøkið Eftir ætlan skuldi dagstovnaøkið hjá Vestmanna Kommunu lata uppaftur í komandi viku – mánadagin 10. august. Fyri at gera okkara fyri at basa smittuni…