Endurgjald fyri Rokkur í Vestmanna.

Endurgjald fyri Rokkur í Vestmanna, ið skuldi vera 19/09. Bygdarráðið í Vestmanna valdi av avlýsa Vestmannadagarnar og tiltakið Rokkur í Vestmanna vegna covid-19 farsóttina. Trupulleikar hava verið við gjaldskipanini á heimasíðuni www.vestmanna.fo. Tískil hevur ikki borið til at rinda endurgjald fyri atgongumerkini, ið vóru keypt til konsertina Rokkur í Vestmanna, ið eftir røttum skuldi vera…

Koppseting móti lungnabruna

Frá 1. august 2020 kunnu øll, sum hava fylt 65 ár og onnur í ávísum vandabólkum, verða koppsett ókeypis ímóti pneumokokkbakteriuni, sum kann elva til hættisligan lungnabruna. Koppsetingin fer fram hjá egnum kommunulækna. Tilboðið um ókeypis koppseting verður veitt øllum persónum, sum hava fylt 65 ár; persónum, yngri enn 65 ár, sum eru í serligum…

Vitjandi á ellisheimum hjá VEKS

Nú føroyska samfelagið enn einaferð hevur megnað at fáa tamarhald á COVID-19 smittuni, og heilsumynduleikarnar í dag kenna meira til smittuna enn fyri bert fáum mánum síðan, meta vit tað vera tíð til at lata enn meira upp fyri vitjanum. Hetta verður gjørt í andanum av, at tað – umframt á starvsfólkunum – eisini áliggur…

Plenan

Drúgv tíð er liðin, síðan gamla graslíkið varð tikið oman av plenuni oman fyri skúlan á Kongsteigum, tí at tað var í so ringum standi – og nógv hevur verið spurt um, nær nýtt graslíki fór at vera lagt á. Men nú er umsíðir nýtt graslíki lagt á Plenuna. Undirlagið er gummiasfalt, sum bæði virkar…

Frítíðar- og venjingarøki í Geilini

Sum flest øll hava lagt til merkis, so hevur verið arbeitt á økinum, har Geilin stóð. Leingi er tað, ið væl skal vera, verður sagt, og leingi hevur verið tosað um, hvat økið skuldi brúkast til. Avgerð varð tikin um at brúka økið til eitt samansett frítíðar- og útivenjingarøki. Hetta arbeiðið er nú um at…

Miðstaðarøkið

Í næstum verður ætlandi byrjað upp á skipan av miðstaðarøkinum. Byrjað verður á fiskastykkinum oman fyri Bakkaveg – ímillum Skálaveg og Gjógvará. Á fiskastykkinum skal gerast parkeringspláss, samstundis sum roynt verður at varðveita part av økinum sum fiskastykki. Gerast skulu 2 parkeringsgeirar – ein fram við Bakkavegi og ein fram við Skálavegi – við ávikavist…

Drekkivatnið

Trupulleikar hava í eina tíð verið við drekkivatninum. Bakteriur hava verið ávístar, og samstundis hevur verið arbeitt á vatnreinsiverkinum. Teldustýringin er útskift og nýggja skipanin innstillað. Í gjár og fyrradagin var sandurin skiftur í sandfiltrunum. Tí hevur ikki verið møguligt at taka nýggja vatnroynd fyri at finna út av góðskuni á vatninum. Arbeitt verður aftur…