Nýggjárshaldið

Blikkamenninir seta blikk upp sum vant og Kommunan fer at skjóta fýrverk kl 23:30. Fýrverkið verður sum vant skotið á keiini við Havnaskrivstovuna, har tað sæst væl úr allari bygdini. Vanliga skipar Vestmanna Kommuna fyri felags nýggjarshaldi við kyndlagongu, báli og fýrverki. Aftur í ár er felags nýggjarshaldi tó skert vegna koronutilmælini. Hetta merkir, at…

Læknaviðtalan í Vestmanna

Læknaviðtalan er stongd 27. og 28. desember. Um tørvur er á bráðfeingis læknahjálp hesar dagar, kann ringjast til kommunulæknan í Norðskála á tlf.: 423006. Læknaviðtalan í Vestmanna er opin 29. og 30. desember, men er einans opin til bráðfeingis læknahjálp tá. Læknaviðtalan er opin aftur sum vant 3 januar.

Skilagátt – Upplatingartíðir um jólini

Skilagátt hevur vanligar upplatingartíðir til og við 23. desember 2021 Skilagátt er opið soleiðis um jólini:   Mánadagin 27. desember kl. 16:00 – 18:00 Týsdagin 28. desember kl. 16:00 – 18:00 Mikudagin 29. desember kl. 16:00 – 18:00 Hósdagin 30. desember kl. 16:00 – 18:00 Nýggjársaftan 31. desember kl. 14:00 – 17:00   Opið er…

Starvslýsing: Tvey arbeiðsfólk til Vestmanna Kommunu

Søkt verður eftir tveimum arbeiðsfólkum til Vestmanna Kommunu at byrja skjótast til ber ella sambært avtalu.   Arbeiðsfólk til Vestmanna Kommunu Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.: viðlíkahald, umvælingar v.m. at arbeiða í toymi, sum tekur sær av dagliga viðlíkahaldinum og nýgerðum í bygdini kavagrevstur og salting annað fyrifallandi Ynskiligt er, at arbeiðsfólkið hevur stóra koyrikortið hevur kranaprógv…

Útboð: Niðurtøka av húsunum og rudding á Niðara Vegi 33, Vestmanna

Hervið verður niðurtøka og burturbeining av húsunum og rudding av økinum á Niðara Vegi 33, Vestmanna, boðin út.   Húsini skulu takast niður, tilfarið skiljast og beinast burtur eftir treytum frá IRF. Í tilboðið skal bæði niðurtøka og burturbeining roknast. Í tilboðið skal somuleiðis roknast rudding av økinum og skiljing og burturbeining av ruddaðum tilfari…

Seinasta koronukanning í Vestmanna á hesum sinni

Nú koronutølini fyri Norðurstreymoy eru vorðin støðug, verður kanningarmiðstøðin í Vestmanna niðurløgd. Seinasta koronukanning í Vestmanna verður fríggjakvøldið 17. desember 2021 kl. 17:00 – 19:00 í Mihøllini: Bílegg kanning á korona.fo.   Vestmanna Kommuna og Kvívíkar Kommuna vilja hervið takka koronutoyminum fyri teirra góða arbeiði. Kanningar í Vestmanna vóru bert, í meðan smittutrýstið var so høgt…

veks bumerki

Starvslýsing við freist 28. desember Veks – Heimið á Grønanesi

Røktarstarvsfólk til Heimið á Grønanesi Ynskir tú at luttaka í eini menning og verksetan av nýggjum tilboðum, er hetta nakað fyri teg. Hesi størv eru leys at søkja til Heimið á Grønanesi í Vestmanna, sum eisini fevnir um útiøkið í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu. Føst størv og tímalønt størv: • Sjúkrarøktarfrøðingar • Heilsurøktarar • Heilsuhjálparar…

Ein drívmegi fer frá fyri aldur

Morið Olsen Gardy gevst sum leiðari á dagstovnaøkinum eftir 35 ár í starvi hjá Vestmanna Kommunu. Ein hugnaløta var fyri Morið, sum nú hevur valt at leggja frá sær. Hugnaløtan varð hildin í Gjáarlon saman við starvsfeløgum og børnum. Borgarstjórin, Pauli T. Petersen, nýtti eisini høvið at takka henni fyri drúgva tænastu og góða arbeiði,…