Flaggdagshaldið 2021

Flaggdagshald verður uttan fyri Miðhøllina flaggdagin 25. apríl kl. 15.00. Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna, heldur røðu. Aftaná hevur Vestmanna Kvøldskúli framsýning av handaligum arbeiði í Auluni. Eisini er søluframsýning av glaslist. Innkomni peningurin verður brúktur til tilfar og útgerð til undirvísingina í glaslist. Øll eru vælkomin til drekkamunn í Miðhøllini.   Vestmanna Kommuna

Válan í Vestmanna – broyting í skránni

Nú styttist, til vit øll fara at vála. Fyrireikingarnar eru um at koma undir land, og vit gleða okkum til at síggja tykkum øll. Lív og Tróndur hevur verið noydd at geva avboð vegna forfall. Í teirra stað koma Lea Kampmann og Vinjar Egilsnes Petersen. Konsertirnar byrja stundisliga og varða umleið 30-40 min hvør. Raðfylgjan…

Rokkur í Vestmanna 11. sept. 2021

Í samband við Vestmannadagarnar, ið vera í døgunum 6. til 12. september verður stór rokkkonsert leygarkvøldið 11. september. Talan er nevnliga um eina konsert við føroysku Hamradun og Deiggj, umframt kenda íslendska bólkinum Dúndurfréttir. Hamradun fer við sínum serstaka dámi at seta hol á rokkkvøldið við kendu føroysku kvæðunum, ið teir hava umskapað við teirra heilt…

veks bumerki

Leys størv í Heimatænastuni VEKS

Leys størv í Heimatænastuni í VEKS Hesi størv eru leys at søkja til: Heimið á Grønanesi í Vestmanna, sum eisini fevnir um útiøkið í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu. Røktarheimið á Mørkini í Streymnesi, sum eisini fevnir um útiøkið á Streymoynni við Sundalagið. Korndalsbýlið á Eiði, sum eisini fevnir um útiøkið á Eysturoynni við Sundalagið og…

Vitjanarvinir

Nærvera og eitt hugnaligt prát hjálpa ímóti einsemi. Øll fáa gleði av góðari samveru – bæði tann, ið vitjar og tann, ið fær vitjan. Tað eru ikki øll, sum hava ein stóra familju, og tí kunnu vera rættiliga einsamøll. Í Vestmanna skulu øll hava møguleika at hava eitt gott sosialt lív. Vestmanna Kommuna fer nú…

Válan í Vestmanna

Sølan av atgongumerkjum til Válan í Vestmanna, sum verður leygarkvøldið 17. apríl, gongur sera væl. So nú er ikki at bíða, um tú vilt tryggja tær atgongumerki. Vit gera vart við, at atgongumerki verða EINANS seld í forsølu á atgongumerki.fo  

Bryggjan er Staðið

Fríggjakvøldið 16. apríl 2021 er Bryggan karmur um eitt festligt kvøld hjá ungdóminum í Vestmanna. Bryggjan letur upp kl. 20, og vit hugna okkum saman og hava onkur stuttligt innsløg. Kl. 23.00 hava Hitmen konsert/dans. Hitmen kenna vit m.a. frá SSP-tiltøkunum Náttin er ung, har ið teir duga sera væl at fáa áhoyrarnar við uppá…

Válan í Vestmanna

Leygarkvøldið 17. apríl vera 5 pallar við vártónum á Bakkavegi í Vestmanna. Pallarnir vera í Kirkjuni, í Vektarbúðini, á Disvoy, á Staðnum og á Bryggjuni, og á skránni er alt frá andalingum til vertsligar tónar. Bólkarnir sum fara at manna hesar pallar eru Bárður á Lakjuni, Hanus G. Johansen, Finnur Koba, Lív Næs & Tróndur…