Earth Hour 2021

Leygarkvøldið 27. mars kl. 20.30 – 21.30 verður Earth Hour. Earth Hour er eitt afturvendandi tiltak, sum skal minna okkum øll á okkara felags ábyrgd fyri at minka um veðurlagsbroytingarnar. Øll verða boðin til at luttaka í tiltakinum. Vit mæla fólki til at sløkkja ljósini heima við hús ein tíma komandi leygarkvøld. Vestmanna Kommuna tekur…

Avloysarir til dagstovnaøkið

Søkt verður eftir føstum avloysarum til dagstovnaøkið at møta til arbeiðis, tá ið tørvur er á tí. Í tí dagliga arbeiðinum leggja vit dent á: trivnaðin hjá børnum og starvsfólkum at skapa álit og tryggleika fyri børn og foreldur at vit eru ein grønur stovnur Vit ynskja: at tú ert 18 ár ella eldri at…

Kommunuskrivstovan stongd í stilluviku

Kommunuskrivstovan í Vestmanna er stongd í páskavikuni. Opið verður aftur týsdagin 6. apríl kl. 9.00. Hevur tú átrokandi boð til Kommunuskrivstovuna, kanst tú ringja á tlf. 770 109. Arbeiðsformaðurin svarar á tlf. 770 126. Teldupostur til vestmanna@vestmanna.fo verður lisin regluliga. * Skilagátt hevur opið sum vant mánadag til mikudag. Halgidagarnar og páskaaftan er stongt.

Skúrar við bátahylin

Vestmanna Kommuna hevur javnan fingið fyrispurningar frá áhugaðum um møguleikan fyri at byggja skúrar við bátahylin. Fyri at tey áhugaðu ikki hvør í sínum lagi skuldu fara undir at byggja skúrar  í ymsum sniðum, varð støða tikin til, at kommunan skuldi samskipa arbeiðið. Avgjørt varð, at tann eini skúrurin – tann innasti – skuldi gerast…

Vatnveitingin

Í næstum verða rørini og UV-rørskipanin á vatnreinsiverkinum skift út. Hetta kann koma at ávirka vatnveitingina, sum av og á kann gerast óreglulig. Arbeiðið væntast at vara uml. 4 vikur, tvs. til uml. hálvan mars.

Hevur tú ongan posa eftir?

IRF ber nýggjar posar út í viku 12 og 13. Í viku 12 verða grá rull borin út, og í víku 13 verða tey hvítu rullini borin út. Tvær ferðir árliga verða 28 gráir posar bornir út. Hetta strekkir til, at IRF heintar ein posa um vikuna, umframt at hvørt húski hevur tveir eykaposar til…

Innskriving av næmingum í 1. flokk

Orsakað av korona farsóttini verður ongin vanlig innskriving í skúlanum í ár. Innskrivingin verður í staðin gjørd talgild í leinkinum herundir. Toymið í komandi 1. flokki verður Vagnur Streymoy, ið verður flokslærari og Laila Haldansen, ið kemur at hava føroyskt. Far til innskriving. Innskrivingin letur aftur týsdagin 19. jan. 2021 kl. 23.59. Vinarliga Marin S.…