Vegna veður er broyting í skránni í dag

Avlýsing sunnudagin 11. septembur 2022 kl 14:00   Gongutúrur Niðan gjøgnum Fossá og Bjarnadal og haðani niðan á Loysingafjall er avlýstur vegna veður.   Vitja VÍF Kappróður í dag VÍF Kappróður skipar fyri tiltøkunum í Neystinum í dag frá kl 16:00 – 18:00. Innkomni peningurin fer til eitt nýtt fimm-mannafar.   Vestmannadagar 2022  

Guðrið Hansdóttir við bólki

Guðrið Hansdóttir er føroyskur sangari og sangskrivari, sum hevur verið virkin á føroyska og altjóða tónleikapallinum í nærum 20 ár. Eftir at seinasta útgávan “Painted Fire” kom út, hevur ikki verið so nógv at hoyrt, til songkvinnuna. Í ár er hon komin sterkt aftur við eini nýggjari útgávu, við heitinum “Gult myrkur”. Í Silkienni fer…

Fiskikapping í dag

Tað er í dag Kl.17, at Fiskikapping verður fyri børn á keiini niðan fyri fiskavirkið. Tann, sum fær størsta fiskin, vinnur. Vinningar, ið eru gávukort til Disvoy, verða latnir til nr. 1, 2 og 3 í kappingini. Foreldrini hava ábyrgdina av børnum sínum.   Fyrskiparar eru: Robert Andreasen og Joen Pauli Høgnesen.

Í kvøld tulka vit sangir hjá Andreasen

Kl. 20:00 í kvøld, tann 8. september, verður konsert í Silkienni, har vit fara at hoyra sangir úr sangbókunum 100 sangir, Heiðaljóð og Flykrur, hjá Andreas Andreasen.   Skráin til Vestmannadagar   Andreasen, sum hann varð kallaður, er føddur í Vestmanna 26. mars 1906. Serliga eru tað skúlabørnini, sum hava fingið gleði av hansara arbeiði.…

Vandaferð

í gjár kundu Vestmenningar síggja prísvinnandi stuttfilmin Trøllabeiggi.   Trøllabeiggi er ein føroyskur stuttfilmur frá 2021. Filmurin hevur verði á yvir 100 festivalum kring heimin og vunnið áleið 90 virðislønir.   Eftir filmin greiddi Gudmund Helmsdal frá nýggja hugskotinum, til filmsverkætlan, ið byggir á bókina Vandaferð, eftir Frederik Bláhamar, um tá ið Vestmanna sluppin, Union…

listaframsýning í Sýsluskrivstovuni

Listaframsýning við Gyðju Hjalmarsdóttir og Lailu Mote Mánadag – Leygardag kl. 16:00 – 18:00 Unga og eldra generatiónin hittast um listina á Sýsluskrivstovuni á vestmannadøgunum.   Verkini hjá Gyðu eru grafikkur. Gyðja hevur seinastu árini arbeitt við grafikki burturav. Hon er limur í listgrafikkbólkinum Hátrýst, ið hevur regluligar framsýningar. Gyðja arbeiðir við skurðprentum, carborundum og…

Steintór hugleiddi á Vestmannadøgunum

Steintór Rasmussen hugleiddi til setanina av Vestmannadøgunum. Vit búgva í fínari húsum, koyra í betri bilum, brúka snildari telefonir, flúgva um allan heimin, posta okkara lív á netinum, vilja at øll verðin sær og hoyrir okkum. Vit eru øll stórbrúkarar. Tí mugu vit byggja brennistøðir og uppfinna el-bilar. Og pynta landslagið við vindmyllum og hús…

Røða borgarstjórans til setanina

Góðu vestmenningar, hjartaliga vælkomnir til setanina av vestmannadøgunum fyri nýggjundu ferð. Fyrst av øllum vil eg takka júst fráfarna borgarstjóranum, Paula Trond Petersen, fyri gott samstarv og fyri hugskotið hann fekk fyri fleiri árum síðani, sum búnaðist og legði lunnar undir vestmannadagar.  Eitt frálíkt hugskot, sum vestmenningar ár eftir ár kunna njóta gott av. Stóra…

Setan av Vestmannadøgum

Vestmannadagarnir verða settir í viðarlundini í dag við sangi, røðum og tónleiki. Í summar hevur Finnbogi Joensen stákast í viðarlundini, har hann millum annað hevur smíðja ein pall til dagin. Setanin byrjar klokkan 17:00 Børnini úr dagstovnaøkinum syngja. Borgarstjórin heldur røðu. Kirstin Johannesen syngur eitt lag. Steintór Rasmussen hugleiðir og syngur. Kommunan bjóðar ein drekkamunn…

Bjørg á Rógvi er vald borgarstjóri

Á fundi tann 2. septembur 2022 viðgjørdi Vestmanna Bygdarráð mál um skipan av bygdarráðnum og val av nevndum. Tað varð einmælt samtykt at velja Bjørg á Rógvi til borgarstjóra   Tað varð einmælt samtykt at velja Sáru Jógvansdóttir til varaborgarstjóra   Borgarstjórin og varaborgarstjórin taka við starvinum tann 3. septembur 2022   Val av nevndum…