Tveir fysioterapeutar til VEKS

Søkt verður eftir 2 fysioterapeutum, at seta skjótast gjørligt. Starvsbrøkur eftir nærri avtalu.   VEKS arbeiðir m.a. við at menna terapeutiska tilboðið, soleiðis at vit eisini kunnu veita skipaði stutttíðar døgnpláss, í samband við rehabilitering, á einum av heimum okkara.   Førleikakrøv Útbúgving og góðkenning sum fysioterapeutur. Góð samstarvs- og samskiftisevni. Telduførleika á brúkarastøði. Koyrikort…

Kvøldskúlin 2022/2023

Hósdagin 6.oktober, kl. 15:00, letur tilmeldingin upp, til kvøldskúlan – Tað er ikki  møguligt at koma inn á síðuna áðrenn kl 15.00 Kvøldskúlin bjóðar enn einaferð eina breiða viftu av tilboðum, sum fólk kunnu stytta sær stundir við í myrku tíðini.   Tilmeldingin fer fram á hesi leinkju: tilmelding til kvøldskúlan – 22/23.     Tilmeldingin…

Útiløgukattar

Vestmanna Kommuna fer í næstum undir átak ímóti útiløgukøttum og fer, í hesum sambandi, at seta fellur upp.   Fyrstu fellurnar verða settar upp mánadagin, tann 10. oktober.   Fyri at sleppa undan, at tamar kettur/frensar enda í felluni og av misgávum verða avlívaðar, verður heitt á eigararnar, um at seta frámerki á kettuna/frensin, um…

Burturbeining av leivdum frá fletting

Visti tú, at leivdir frá fletting dálka sera illa? IRF fær nógvar fullar vembur inn at brenna, og tað viðførir dálkandi útlát frá skorsteininum. Tí er sera týdningarmikið at tøma vemburnar, áðrenn tær verða koyrdar burtur. Tá ið flett verður, er tað týdningarmikið fyri umhvørvið, at leivdirnar verða rætt burturbeindar.   Soleiðis skulu leivdir burturbeinast:…

Leiðari til Ungdómshúsið Staðið

Vestmanna kommuna leitar í hesum døgum eftir agrýtnum og eldhugaðum leiðara til Ungdómshúsið STAÐIÐ. Bygdarráðið ynskir at raðfesta tilboðið til børn og ung í bygdini hægri. Umframt karmar til hugnaliga, spennandi og mennandi samveru í frítíðini, er ætlanin, at STAÐIÐ skal verða ein klekingardepil fyri fjølbroyttari mentan, ímillum børn frá 4. flokki og tey ungu.…

Hvussu hevur tín grái posi tað?

Gráa ruskposan kenna vit øll, tí hann verður brúktur til dagliga húsarhaldsruskið. Hvørja viku heinta innsavnarar frá IRF gráa posan, og tú varnast alt fyri eitt, hvussu týdningarmikið innsavningararbeiðið er, um ruskið av onkrari orsøk ikki verður heintað. Tí er skilagott at kanna, um tín grái posi livir upp til krøvini í dagførdu reglugerðini, sum…