Vandaferð

í gjár kundu Vestmenningar síggja prísvinnandi stuttfilmin Trøllabeiggi.   Trøllabeiggi er ein føroyskur stuttfilmur frá 2021. Filmurin hevur verði á yvir 100 festivalum kring heimin og vunnið áleið 90 virðislønir.   Eftir filmin greiddi Gudmund Helmsdal frá nýggja hugskotinum, til filmsverkætlan, ið byggir á bókina Vandaferð, eftir Frederik Bláhamar, um tá ið Vestmanna sluppin, Union…

listaframsýning í Sýsluskrivstovuni

Listaframsýning við Gyðju Hjalmarsdóttir og Lailu Mote Mánadag – Leygardag kl. 16:00 – 18:00 Unga og eldra generatiónin hittast um listina á Sýsluskrivstovuni á vestmannadøgunum.   Verkini hjá Gyðu eru grafikkur. Gyðja hevur seinastu árini arbeitt við grafikki burturav. Hon er limur í listgrafikkbólkinum Hátrýst, ið hevur regluligar framsýningar. Gyðja arbeiðir við skurðprentum, carborundum og…

Steintór hugleiddi á Vestmannadøgunum

Steintór Rasmussen hugleiddi til setanina av Vestmannadøgunum. Vit búgva í fínari húsum, koyra í betri bilum, brúka snildari telefonir, flúgva um allan heimin, posta okkara lív á netinum, vilja at øll verðin sær og hoyrir okkum. Vit eru øll stórbrúkarar. Tí mugu vit byggja brennistøðir og uppfinna el-bilar. Og pynta landslagið við vindmyllum og hús…

Røða borgarstjórans til setanina

Góðu vestmenningar, hjartaliga vælkomnir til setanina av vestmannadøgunum fyri nýggjundu ferð. Fyrst av øllum vil eg takka júst fráfarna borgarstjóranum, Paula Trond Petersen, fyri gott samstarv og fyri hugskotið hann fekk fyri fleiri árum síðani, sum búnaðist og legði lunnar undir vestmannadagar.  Eitt frálíkt hugskot, sum vestmenningar ár eftir ár kunna njóta gott av. Stóra…

Setan av Vestmannadøgum

Vestmannadagarnir verða settir í viðarlundini í dag við sangi, røðum og tónleiki. Í summar hevur Finnbogi Joensen stákast í viðarlundini, har hann millum annað hevur smíðja ein pall til dagin. Setanin byrjar klokkan 17:00 Børnini úr dagstovnaøkinum syngja. Borgarstjórin heldur røðu. Kirstin Johannesen syngur eitt lag. Steintór Rasmussen hugleiðir og syngur. Kommunan bjóðar ein drekkamunn…

Bjørg á Rógvi er vald borgarstjóri

Á fundi tann 2. septembur 2022 viðgjørdi Vestmanna Bygdarráð mál um skipan av bygdarráðnum og val av nevndum. Tað varð einmælt samtykt at velja Bjørg á Rógvi til borgarstjóra   Tað varð einmælt samtykt at velja Sáru Jógvansdóttir til varaborgarstjóra   Borgarstjórin og varaborgarstjórin taka við starvinum tann 3. septembur 2022   Val av nevndum…

Pauli T. Petersen farin frá sum borgarstjóri

Á fundi tann 02. septembur 2022 viðgjørdi bygdarráðið skrivið frá Paula Trond Petersen um at verða loystur úr starvinum sum borgarstjóri. Vestmanna Bygdarráð einmælt samtykti at loysa Paula Trond Petersen úr starvinum sum borgarstjóri í Vestmanna Kommunu.   Ein heilsan frá Paula Trond Petersen. Eg havi boðað kommunustýrinum í Vestmanna frá, at eg leggi frá…

Nýtt starvsfólk í móttøkuni

Í gjár, tann 01. septembur, byrjaði Laila Símunardóttir Hansen í starvið hjá Vestmanna Kommunu. Hon fer at manna móttøkuna saman við verandi starvsfólkið. Harumframt fer hon at starvast við talgilding. Laila er útbúgvin professiónsbachelor innan almenna fyrisiting, og hevur drúgvar og góðar royndir innan tað almenna.

Fyribyrgjandi venjingar fyri borgarar 67+

Nú byrja fyribyrgjandi venjingarnar aftur. Venjingarnar í vetur verða undir leiðslu av NB Fysioterapi, og verða í Burn: venjingarmiðstøðin í kappróðrarneystinum.   Týsdag og fríggjadag kl. 10:30 – 12:00   Byrjað verður týsdagin 6. september 2022. Tilmelding fer fram á staðnum.   Kostnaður og gjaldstreytir Borgarin rindar til Burn Fitness: kr.  199 pr. mánað (limagjald),…