Pauli T. Petersen farin frá sum borgarstjóri

Á fundi tann 02. septembur 2022 viðgjørdi bygdarráðið skrivið frá Paula Trond Petersen um at verða loystur úr starvinum sum borgarstjóri. Vestmanna Bygdarráð einmælt samtykti at loysa Paula Trond Petersen úr starvinum sum borgarstjóri í Vestmanna Kommunu.   Ein heilsan frá Paula Trond Petersen. Eg havi boðað kommunustýrinum í Vestmanna frá, at eg leggi frá…

Nýtt starvsfólk í móttøkuni

Í gjár, tann 01. septembur, byrjaði Laila Símunardóttir Hansen í starvið hjá Vestmanna Kommunu. Hon fer at manna móttøkuna saman við verandi starvsfólkið. Harumframt fer hon at starvast við talgilding. Laila er útbúgvin professiónsbachelor innan almenna fyrisiting, og hevur drúgvar og góðar royndir innan tað almenna.

Fyribyrgjandi venjingar fyri borgarar 67+

Nú byrja fyribyrgjandi venjingarnar aftur. Venjingarnar í vetur verða undir leiðslu av NB Fysioterapi, og verða í Burn: venjingarmiðstøðin í kappróðrarneystinum.   Týsdag og fríggjadag kl. 10:30 – 12:00   Byrjað verður týsdagin 6. september 2022. Tilmelding fer fram á staðnum.   Kostnaður og gjaldstreytir Borgarin rindar til Burn Fitness: kr.  199 pr. mánað (limagjald),…

Eyka bygdarráðsfundur 02. septembur 2022

Eyka bygdarráðsfundur verður fríggjakvøldið 02. septembur 2022, kl. 20.00 á Kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá:   Til viðgerðar fyri opnari hurð:   Mál 119 Skriv frá Paula Trond Petersen um at verða loystir úr starvinum sum borgarstjóri. J.nr.: 22002-3-2022   Mál 120 Skipan av bygdarráðnum 22042-1-2022   Mál 121 Val av nevndum 22042-1-2020   Mál 122 Setanarbrøkur…

Skráin fyri Vestmannadagar 2022

Skráin fyri Vestmannadagar, 5. til 11. september, er nú tøk á heimasíðu okkara. Vælkomin til Vestmannadagar 2022. Hetta er níggjundu ferð, at skipað verður fyri hesi mentanarvikuni. Undirtøkan hevur verið sera góð undanfarnu ár, og vónandi verður hon eins góð hesaferð. Vestmannadagar vóru fyrstu ferð í 2013. Hvørt ár eru dagarnir mentir nógv við fleiri…

Ergoterapeutur til Heimatænastuna í VEKS

Vit sóknast eftir einum ágrýtnum, jaligum og hugskotsríkum ergoterapeuti til Heimatænastuna í VEKS.   Arbeiðsstaður: Út frá Heiminum á Grønanesi í Vestmanna. Starvsbrøkur: Starvsbrøkur 1,0 ella eftir nærri avtalu. Byrjunardagur: Byrjunardagur skjótast tilber. Tilvísing: Starvið hevur tilvísing til leiðaran í økinum.   Førleikakrøv Útbúgving og góðkenning sum ergoterapeutur. Góð samstarvs- og samskiftisevni. Vilja og evni…

Vestmanna Skúli verður bundin í Skúlanet

Í dag skrivaðu Bjørg á Rógvi, virkandi borgarstjóri og Birgir av Steinum, vegna KT Landsins, undir avtalu um, at Vestmanna Skúli verður bundin í Skúlanet. Vestmanna Bygdarráð ynskir at raðfesta dátutrygdina í kommununi. Sáttmálin um Skúlanet er ein liður í hesum arbeiði. Skúlanet er skipað sum samstarv ímillum Undirvísingarstýrið, Nám, kommunur, skúlar, útbúgvingarstovnar og Gjaldstovuna,…

Hevur tú ongan gráan posa eftir?

IRF ber gráar posar út í viku 38. Tvær ferðir árliga verða 28 gráir posar bornir út. Hetta røkkur til, at IRF heintar ein gráan posa um vikuna, umframt at hvørt húski hevur tveir eykaposar til hvørt hálvár. Manglar tær posar áðrenn viku 38, eru ov nógvir posar brúktir.   Innsavnararnir hjá IRF taka bert…