Verið varin í ferðsluni, nú skúlarnir byrja aftur!

Kommunurnar og Ráðið fyri Ferðslutrygd minna bilførarar á at vísa serligt ansni, nú børnini fara í skúla aftur   Tann 18. august byrja skúlarnir aftur. Hetta merkir, at tað aftur verða børn í ferðsluni á veg í og úr skúla. Og fyri umleið 750 børn, verður hetta eisini fyrstu ferð, tey fara í skúla.  …

Gras og urtagarðsleivdir

Gras og urtagarðsleivdir skulu koyrast í moldgoymsluna oman fyri kommunuhøllina, sí mynd omanfyri. Tilfarið skal tømast úr sekkjunum.   Greinar og viðarbular Greinar og sundurskorin trø kunnu latast inn á Skilagátt. Umsjónarfólkið ávísur stað. Tilfarið verður malið til flis, sum er til sølu, sí niðanfyri.   Gevið gætur: Skøra, Fuchsia, japansk pileurt og nógv onnur…

Skilagátt í summar

Skilagátt er opið sum vant í summar: mánadag – fríggjadag      kl. 16.00 – 18.00 leygardagar                      kl. 14.00 – 17.00 Ólavsøkuaftan og ólavsøkudag er stongt.

Kommunuskrivstovan í summarfrí

Vegna summarfrí er Kommunuskrivstovan stongd frá mánadegnum 18. juli 2022. Opið verður aftur mánadagin 8. august 2022 kl. 09:00.   Eru átrokandi boð um jarðarferð, vatn, kloakk ella líknandi, kann ringjast á telefon: 770 109.

Vestmannadagar 2022

Aftur í ár verður skipað fyri vælumtóktu Vestmannadøgunum. Í ár vera teir í viku 36, frá mánadegnum 5. september til sunnudagin 11. september. Vestmannadagar vóru fyrstu ferð í 2013. Hvørt ár eru dagarnir mentir nógv við fleiri og fjølbroyttari tiltøkum, og soleiðis er eisini hesaferð.   Nýtt, gott og gamalt Í ár verða nøkur nýggj…

Nógvur vindur

ÁHEITAN FRÀ POLITINUM Í samband við at veðurforsagnirnar lova nógvan vind komandi døgnið, heita vit á fólk um at tryggja leysar lutir, so sum byggitilfar, trampolinur, havamøblar og líknandi, skrivar løgreglan.