Gras og urtagarðsleivdir skulu koyrast í moldgoymsluna oman fyri kommunuhøllina, sí mynd omanfyri.
Tilfarið skal tømast úr sekkjunum.
Greinar og viðarbular
Greinar og sundurskorin trø kunnu latast inn á Skilagátt. Umsjónarfólkið ávísur stað.
Tilfarið verður malið til flis, sum er til sølu, sí niðanfyri.
Gevið gætur: Skøra, Fuchsia, japansk pileurt og nógv onnur plantusløg spreiða seg lætt og eru ringar at sleppa av við.
Tað er umráðandi, at tit koyra hetta í sekkir, binda fyri og lata posarnar inn á Skilagátt at brenna.
Søla av flis
Flis til urtagarðin verður selt á Skilagátt. Avmarkað nøgd, og tí verður einans selt til fólk búsitandi í Vestmanna Kommunu.
Møguleiki er at fara í Skilagátt við greinunum og fáa tær maldar til spønir, sum tú kanst endurnýta í havanum. Ein sekkur av spønum kostar 30 krónir. Spønir skulu gjaldast á Kommunuskrivstovuni ella umvegis bankan.