Aftur í ár verður skipað fyri vælumtóktu Vestmannadøgunum.
Í ár vera teir í viku 36, frá mánadegnum 5. september til sunnudagin 11. september.
Vestmannadagar vóru fyrstu ferð í 2013. Hvørt ár eru dagarnir mentir nógv við fleiri og fjølbroyttari tiltøkum, og soleiðis er eisini hesaferð.
Nýtt, gott og gamalt
Í ár verða nøkur nýggj og spennandi tiltøk á skránni, men sumt er tó afturvendandi, eitt nú hugnaligi morgunmaturin í ítróttahøllini fyri øllum vestmenningum.
Roynt verður at fevna breitt, so okkurt er til allar aldursbólkar og áhugamál.
Í løtuni verður arbeitt við fyrireikingunum, og góð hugskot og fyrispurningar eru vælkomnir. Skráin verður kunngjørd seinni.
Um onkur tykkara hevur hug og tíð at hjálpa sum sjálvboðin á Vestmannadøgunum eru tit vælkomin at skriva til: pauliM@vestmanna.fo