Hevur tú eitt hugskot?

SØK UM MENTANARSTUÐUL Vestmanna kommuna setir á hvørjum ári pening av til mentanarstuðul. Endamálið við mentanarstuðlinum er at stuðla verkætlanum, tiltøkum og átøkum, ið ríka og menna mentanarlívið í kommununi. Fíggjarnevndin kann stuðla við peningaupphædd, upp til 10.000 kr., til mentanarlig endamál, um mett verður, at hetta er gagnligt og/ella áhugavert fyri Vestmanna kommunu og…

Rottangatøming í Vestmanna

Reinsitænastan hjá IRF byrjar í næstu viku at tøma rottangar í Vestmanna og á Válinum. Tað er ein ómetaliga stór hjálp hjá monnum okkara, at rottangarnir eru klárir, tá teir koma á staðið. Tað sparir bæði borgarum og IRF nógva tíð og nógv stríð. IRF heitir tí á fólk um at tryggja: at tangin er…

Eindar-/Leiðari til Heimið á Grønanesi í Vestmanna og heimatænastuna í Vestmanna- og Kvívíkar kommunu

VEKS søkir eftir Eindar-/leiðara til Heimið á Grønanesi í Vestmanna og heimatænastuna í Vestmanna- og Kvívíkar kommunu, sum við likamligum, sálarligum ella sosialum førleikum, fyrisitingarligum innliti og góðum leiðsluhugburði, hevur hegni og áræði at vera partur av leiðsluni í VEKS. VEKS bjóðar eitt mennandi og týdningarmikið starv, har hvør dagur ger mun.   Um starvið…

Tín hundur – tín lortur

Í mai mánað í 2019 fór Vestmanna Kommuna undir eitt átak fyri at fáa hundaeigarar at taka upp eftir hundunum. Tíanverri eru tað framvegis nógvir hundalortar at síggja. Vit vita sjálvsagt ikki um talan er um leysgangandi hundar ella um tað framvegis eru hundaeigarar, sum lata hundin gera av sær uttan at taka upp eftir…

Skrá til bygdarráðsfundin 23.02.23

Almennur bygdarráðsfundur verður hóskvøldið 23. februar 2023, kl. 17.00, á Kommunuskrivstovuni. Dagsskrá:   Til viðgerðar fyri opnari hurð:     Mál 165 Sáttmáli um líkvognskoyring J.nr.: 17152-1-2023   Mál 166 Eykajáttan til byggibúning J.nr.: 30102-1-2022   Mál 167 Umraðfesting av játtan til Staðið J.nr.: 1800002-5-2021   Mál 168 Eykajáttan til at tryggja spæliplássið oman fyri…

Køksfólk til dagstovnaøkið í Vestmanna

Høvuðskokkur, Matgerðarmeistari ella Matmóðir. Fitt barn hevur mong nøvn. Vit sóknast eftir dugnaligum og arbeiðssomum køksfólkið 20 tímar um vikuna, til dagstovnaøkið i Vestmanna. At byrja 13. mars 2023 ella skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin er 4 tímar um dagin ímillum kl. 8 og 14. Arbeiðsuppgávur Gera sunnan og heilsugóðan millummála til børnini hvønn dag. Førleikar Viðkomandi…

Starvslýsing: Reingerðarfólk til Vestmanna Kommunu

Vestmanna Kommuna sóknast eftir einum dugnaligum reingerðarfólkið til dagstovnin Látipípuna at arbeiða tveir tímar hvønn gerandisdag, í dagtímunum. Starvið inniber alla dagliga reingerð av dagstovninum. Tú kanst lesa meira um Látipípuna her.   Førleikakrøv Vit vænta, at umsøkjarin: Er blíð/ur, fyrikomandi og møtir væl upp. Er álítandi og ágrýtin. Hevur góð samstarvsevni, er hjálpsom/samur og…

Kunngerð um broytingar í byggisamtyktini fyri Vestmanna kommunu

Broytingar í byggisamtyktini fyri Vestmanna Kommunu liggja frammi til alment eftirlit. Broytingarnar liggja frammi á kommunuskrivstovuni í vanligari skrivstovutíð frá 13. februar til 6. mars 2023 – báðir dagar íroknaðir. Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot, sum skulu vera skrivlig, skulu vera Vestmanna Kommunu í hendi í seinasta lagi 27. mars 2023. Kunngerð og broytingar síggjast her.…