Flaggdagshaldið 2023

Flaggdagshaldið verður uttan fyri Miðhøllina í Frammibø kl. 15:00 Laila Haldansen, forkvinna í Mentanarnevndini, bjóðar vælkomin Sanna Bæk Hoydal framførir 2 sangir Við sær hevur hon tónleikaran Janus Trúgvason Felagssangur: Sjá tú blánar Dánial Hoydal heldur røðu Felagssangur: Tú alfagra land mítt   Eftir haldið verður Flaggdagsrenning. í Miðhøllini skipar 1. flokkur í Miðnám fyri…

Arbeiði á Leitisvegi

SEV fer í næstum undir kaðalarbeiði á Leitisvegi – byrjað verður ætlandi týsdagin. Í fyrstu syftu verður arbeitt ímillum Leitisveg 9 og 13. Ætlanin er ikki at steingja vegin, men verður hetta neyðugt í løtum, verða jarnplátur tøkar til at leggja útyvir grevsturin, so neyðsendarakfør kunnu koyra eftir vegnum.

Eitt spennandi leiðarastarv har tú ger mun – Heimið á Grønanesi í Vestmanna og heimatænastuna í Vestmanna- og Kvívíkar kommunu

VEKS søkir eftir leiðara til Heimið á Grønanesi í Vestmanna og heimatænastuna í Vestmanna- og Kvívíkar kommunu, sum við likamligum, sálarligum ella sosialum førleikum, fyrisitingarligum innliti og góðum leiðsluhugburði, hevur hegni og áræði at vera partur av leiðsluni í VEKS. VEKS bjóðar eitt mennandi og týdningarmikið starv, har hvør dagur ger mun. Um starvið Høvuðsuppgávan…

Innsavningin eftir páskir

Vikuna eftir páskir er innsavningin av húsarhaldsposum á flestu støðum forskotin ein dag. Tó verða teir posar, sum vanliga verða heintaðir hósdag, eisini heintaðir hósdag eftir páskir og ikki fríggjadag.   Undantøk: Húsarhaldsposarnir á Skála, Strondum, Innan Glyvur, í Syðrugøtu, Norðragøtu, Gøtugjógv, Runavík, Saltangará og á Glyvrum verða heintaðir mikudagin, 12. apríl, sum vanligt er.…

Vit fara at vála 29. apríl

Nú er at seta sær dagin av. Aftur í ár verður válað í Vestmanna, tá fimm ymisk støð leygarkvøldið 29. apríl 2023 leggja pall til fimm sera ymisk tónleikanøvn. Pallarnir vera í Kirkjuni, í Vektarbúðini, á Disvoy, á Staðnum og í Silkienni. Eins og undanfarðin ár verður nógvur góður og fjølbroyttur tónleikur á skrá. Hvør…

Kommunuskrivstovan um páskirnar

Kommunuskrivstovan er stongd frá 3. apríl. Opið verður aftur týsdagin 11. apríl kl. 9:00.   Hevur tú átrokandi boð til kommunuskrivstovuna, so sum boð um jarðarferð, trupulleikar við vatnveitingini o.tl. kanst tú ringja á tlf. 770 109. Barnaverndartænastan í VEKS svarar á telefon 297200.   Hetta tíðarskeiðið hevur Skilagátt stongt almennar frídagar, umframt páskaaftan.  …

Læknaviðtalan í páskaferiuni.

3. og 4. apríl er læknaviðtalan stongd. Um tørvur er á bráfeingis læknahjálp hesar dagar, kann ringjast til læknaviðtaluna í Norðskála tlf 423006.   5. apríl er læknaviðtalan í Vestmanna opin aftur, tó einans fyri bráðfeingis læknahjálp. Opið er aftur sum vant 11. apríl 2023   Læknavaktin á Landssjúkrahúsinum svarar eftir kl 16:00 yrkadagar og…

Skrá til bygdarráðsfundin 30.03.23

Almennur bygdarráðsfundur verður hóskvøldið 30. mars 2023, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá:   Til viðgerðar fyri opnari hurð:   Mál 173 Umraðfesting av játtan til Staðið J.nr.: 1800002-5-2021   Mál 174 Eykajáttan til byggibúning J.nr.: 30102-1-2022   Mál 175 Eykajáttan til at tryggja spæliplássið omanfyri skúlan J.nr.: 400002-2-2020   Mál 176 Áseting av brúgvagjaldi fyri…