Broyting í ferðsluni á Bátastevnuni

Frá fríggjakvøld 24 mai kl. 20:00 til sunnumorgun 26. mai kl. 8:00 verður Niðari Vegur einsrættaður úteftir frá Fossáverkinum út til Heygagøtu.   Bátastevnan nærkast við sjey míla ferð, og síðani 2002 hevur Bátastevnan verið hildin í Vestmanna. Tað eru sjálvbodnar eldsálir í bygdini, sum hvørt ár standa fyri afturvendandi tiltakinum. Nú halda vit aftur…

Skert virksemi á dagstovnaøkinum

Tað er ymiskt, hvussu kommunalu bygningarnir verða raktir av verkfallinum. Kongskjallarin er ikki merktur av verkfallinum, tíðskil halda frítíðaransingin og skúlabólkurin fram sum vanligt. Gjáarlon og Látipípan, sum vanliga húsa vøggustovubørnunum og teimum yngstu barnagarðsbørnunum, lata aftur vegna verkfall frá týsdegnum 21. mai 2024.   Fylgt verður við gongdini. Foreldrini fáa kunning um møguligar broytingar…

veks bumerki

Kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur til Heimatænastuna í VEKS

Søkt verður eftir einum kliniskum sjúkrarøktarfrøðingi til Røktarheimið á Grønanesi og útiøkið í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu.   Starvsbrøkur: 1,0 ella eftir avtalu Starvsbyrjan: 1. Juni 2024  ella eftir nærri avtalu Talan er um spennandi starv, har tú at arbeiðir í tvørfakligum umhvørvi.   Tínar arbeiðsuppgávur verða í høvuðsheitum: At veita kliniska sjúkrarøkt Gera røktargongd til…

Skilagátt stongt vegna verkfall

Nú verkfall er, verður boðað frá, at skilagátt er stongt frá í dag, mikudagin 15. mai 2024 og so leingi verkfall er. Um tað er átrokandi at beina burturkast burtur undir verkfallinum, kann tað gerast við av venda sær beinleiðis til IRF á telefon 414243.

Ung í arbeiði 2024

Ert tú úr Vestmanna og gongur í 9. flokki í Vestmanna Skúla? Er tú ágrýtin og arbeiðssom/arbeiðssamur? So kanst tú melda teg til Ung í arbeiði í summar. Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi, og arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum at rudda, lúka og fríðka.   Tíðarskeið Arbeitt verður frá mánadegnum 24. juni…