Ársroknskapurin 2023 samtyktur

Á almennum fundi tann 29. mai 2024 varð ársroknskapurin hjá Vestmanna Kommunu fyri 2023 einmælt samtyktur.   Vestmanna kommuna brúkti minni enn lagt var upp fyri í fíggjarætlanini fyri 2023. Raksturin og løgurnar vóru ávikavist 5,1 og 3,7 mió.kr. lægri enn ætlað. Størstu íløgurnar vóru gjørdar í vegagerð og í bátahylin. Høvuðsorsøkin til, at kommunan…

VEKS fær nú eitt Eldraráð

Vestmanna Bygdarráð viðgjørdi á fundi tann 29. mai 2024 mál um skipan av Eldraráði fyri VEKS. Uppskotið frá styrinum fyri Heimatænastuni í VEKS um at skipa eitt eldraráð, varð einmælt samtykt á bygdarráðsfundinum í gjár.   Tíðindaskriv frá Heimatænastuni í VEKS dagf. 22 mai 2024 Stýrið fyri VEKS samtykti á stýrisfundi í Kvívík tann 16/5,…

Sendifólk úr øllum heiminum á vitjan hjá Vestmanna kommunu

Í dag vóru 77 sendifólk, umboðandi 48 lond, á vitjan hjá Vestmanna kommunu. Bjørg á Rógvi, borgarstjóri bjóðaði teimum vælkomnum og nýtti høvi at vísa teimum vinnuvirksemi í bygdini. Aftaná at Vestmanna kommuna hevði bjóðað miðmála, fingu sendifólkini rundvísing á Faer Isles Distillery, og fór ferðaliðið síðani við Froyi og Silju Star undir Vestmannabjørgini. Tað…

Rørslureikan – Skráin

Mentanarnevndin og Trivnaðar- og umhvørvisnevndin skipa fyri Rørslureikan, sum byrjar leygardagin 1. juni við havdypping fyri øll inni á sandinum á Fitjum og endar sunnudagin 9. juni við spennandi gongutúri niðan á Mosarøkur.   Endamálið við rørslureikan er, umframt at seta sjóneykuna á sálarheilsuna hjá ungum og eldri vestmenningum, at varpa ljós á týdningin av…

Summartónar 2024 í Vestmanna

Vestmanna bygdarráð stuðlar aftur í ár Summartónum, fyri at bygdafólkið kann fáa ókeypis tónleikaupplivingar í Vestmanna. Tann fyrsta konsertin verður komandi leygarkvøld 1. juni 2024.   Fyriskiparnir av Summartónum leggja sum altíð dent á, at fáa unga ættarliðið við í skránna og síggja hetta sum ein part av tilgongdini at skapa eitt varandi tónleikaumhvørvið.  …

Leki á vatnleiðing

Arbeitt verður uppá vatnleka úti á Deild. Vatnveitingin til partar av Gerðisveg kann tí gerast óstøðug og til tíðir vera burtur. Óvist er, nær vatnveitingin verður støðug aftur, men einaferð út á seinnapartin skuldi umvælingin verið liðug.

Skrá til bygdarráðsfundin 29.05.2024

Almennur bygdarráðsfundur verður mikudagin 29. mai 2024, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá:   Til viðgerðar fyri opnari hurð:   Mál 279 Ársroknskapurin hjá Vestmanna Kommunu fyri 2023. J.nr. 32002-1-2024   Mál 280 Skipan av Eldraráði fyri VEKS J.nr.: 22042-1-2024   Mál 281 Umraðfesting av játtan til økið rundanum matr.nr. 187d til 2. viðgerð J.nr.:…