Kommunan á Fjarðastevnu

Leygardagin 29. juni frá kl. 13.00 til kappróðurin er liðugur, verður Niðari Vegur einsrættaður inneftir. Ferðslan út í bygdina verður víst til Ovara Veg. Í samband við Fjarðastevnu er Skilagátt eisini stongt. Opið er aftur sum vant mánadagin. Vestmanna Kommuna ynskir øllum eina góða Fjarðastevnu.

Eyka bygdarráðsfundur 4. juli 2024

Eyka bygdarráðsfundur verður hósdagin 4. juli 2022, kl. 19.00 á Kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá:   Til viðgerðar fyri opnari hurð:   Mál 293 Eykajáttan til brunatrygd í Vestmanna skúla til 2. viðgerð J.nr.: 30102-1-2023   Mál 294 Eykajáttan til endurgjald fyri manglandi barnaansing til 2. viðgerð J.nr.: 10000019-2-2024     Bjørg á Rógvi, borgarstjóri Vestmanna 27. juni 2024

Hava fingið nógv burturúr hóast verkfall

Hóast eingin børn vóru á dagstovninum Gjáarlon undir verkfallinum, sum var fyri nøkrum vikum síðani, so hava tey góðu og dugnaligu starvsfólkini ikki sitið hendur í favn. Starvsfólkini hava tikið teirra skapandi evnir fram og fríðkað um stovurnar. Tey hava málað, klipt, límað og flutt runt uppá ymsar møblar, fyri at gera tað betur fyri…

Kom við í skránna til Vestmannadagar!

Situr tú inni við einum góðum hugskoti til Vestmannadagar, so hevur tú møguleikan at fáa títt tiltak við í skránna.   Vestmannadagar 2024 verða í døgunum 5. til 8. septembur. Eins og undanfarin ár ynskja vit, at Vestmannadagar eru savnandi, og at tiltøk verða í bygduni.   Vit vilja tí bjóða øllum, sum hava hug og áræði,…

Vinnuvirksemi á bedingini í Vestmanna

Seinastu tíðina hava fólk varnast, at bedingin í Vestmanna er ruddað. Tann 4. juni 2024 skrivaðu Bjørg á Rógvi, borgarstjóri, og Petur Háberg Jacobsen, nevndarformaður í P/f MEST, undir leigusáttmála um bedingina.   Í longri tíð hevur einki virksemi verið á bedingini. Nú vil Bygdarráðið hava lív í økið aftur og fer tí hervið at…

Skilagátt er opið sum vant

Dagføring 21. juni kl. 10:45: Fyri løtu síðan kunngjørdi kommunan at IRF hevði trupult at koma uppundan síðan verkfallið og heitti á Vestmanna kommunu, um at steingja Skilagátt. Tó hevur IRF fyri løtu síðan verði og tømt bingjurnar í Skilagátt og kunnu vit tískil hava opið sum vant.    Skilagátt hevur opið hesar tíðir: mánadag…

Starvsfólk til dagstovnaøkið

Kom við umborð og verð partur av einum feitum toymi á dagstovnaøkinum í Vestmanna.   Vestmanna kommuna søkir eftir trimum starvsfólkum til dagstovnaøkið at byrja 12. august 2024 ella skjótast gjørligt. Talan er um føst størv í Kongskjallarinum at arbeiða 20-25 tímar um vikuna. Um námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálpafólk setast í tíðaravmarkað starv.…