Niðari Vegur verður breiðkaður
Í komandi viku – vika 16 – verður farið undir at breiðka Niðara Veg frá kappróðrarneystinum og inneftir. Vegurin verður opin, ímeðan arbeitt verður, men kommunan heitir á bilførarar um í mest møguligan mun at brúka Ovara Veg fyri ikki at darva arbeiðinum óneyðugt.