Skrúvað verður fyri vatnveitingini til Niðara Veg
Vegna arbeiði at breiðka vegin verður skrúvað fyri vatninum frá Niðara Veg 1 til 43 mikudag 8. mai 2024 frá kl. 10:00 til 12:00, ella so leingi arbeiðið varir.
Vegna arbeiði at breiðka vegin verður skrúvað fyri vatninum frá Niðara Veg 1 til 43 mikudag 8. mai 2024 frá kl. 10:00 til 12:00, ella so leingi arbeiðið varir.
Vesturbúgvin kemur á Vestmanna í dag tann 6. mai 2024. Í tí sambandi verður skipað fyri móttøku á kaiini kl. 18.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Vestmanna Kommuna fegnast um, at eitt nýtt skip kemur til bygdina og ynskir eigarunum hjartaliga til lukku og blíðan byr. Tað er partafelagið Vesturbúgvin, sum hevur keypt skipið.…
Ì samband við arbeiðið at breiðka Niðara Veg, verður vegurin stongdur fyri gjøgnumkoyring. Fríggjadagin 3. mai er Niðari Vegur stongdur fyri gjøgnumkoyring frá kl. 08:00 til kl. 22:00.
Ì samband við arbeiðið at breiðka Niðara Veg, verður vegurin stongdur fyri gjøgnumkoyring. Niðari Vegur verður stongdur fyri gjøgnumkoyring mánadagin 6. mai, týsdagin 7. mai, mikudagin 8. mai og fríggjadagin 10. mai frá kl 8.00 til 16.00. Vegurin er stongdur frá omankoyringini til kappróðrarneystið til Niðara Veg 41. Í hesum tíðarskeiðum verður ferðslan víst til…
Í morgin 2. mai 2024 koma sjálvboðin til Vestmanna at arbeiða framvið Fossá. Tað er í samband við ‘Closed for Maintenance, Open for Voluntourism’ átakið, sum Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið. Í Vestmanna fara tey at gera eina gøtu frá ovaru brúgv um Fossá og niðan til…
Hans Marius M. Olsen er settur í starv sum leiðandi húsavørður hjá kommununi. Vestmanna Bygdarráð samtykti á fundi tann 27. mars 2024 at bjóða Hans Marius starvið sum leiðandi húsavørður fyri Vestmanna kommunu. Hann tekur við starvinum í dag 1. mai 2024. Hans Marius hevur starvast hjá entreprenør fyritøkuni KJO í 20 ár, seinastu 10…
Í dag, arbeiðaradagin 1. mai, er skilagátt stongt. Opið er aftur sum vanligt í morgin, hósdagin 02. mai, kl. 16:00 – 18:00.
Vestmanna kommuna hevur gjørt av at vera við í ABC fyri sálarliga heilsu. Hetta fyri at geva vestmenningum enn betri karmar og íblástur at savnast til tiltøk, har fólk kunnu hugsavna seg og vera virkin saman. Tað, at fólk trívast og føla seg sum part av einum góðum felagsskapi, hevur alstóran týdning fyri einstaka menniskjað,…
Altjóða verkafólkadagurin verður hildin á Reyða Torginum í Vestmanna mikudagin 1. mai kl. 16:00. Hetta er tíggjunda ferðin vit halda 1. mai í Vestmanna, síðan byrjað varð í 2014. Tað ringasta korona-árið fór burturímillum. Røðarar hesaferð verða Beinta Klakstein, nevndarlimur í Føroya Pedagogfelag, Uni Arge, rithøvundur, og Uni Holm Johannesen, løgtingsmaður. Vestmanna Hornorkestur spælir…
Kl. 20:00 fara vit at vála saman við Døgg Nónsgjøgv, Jazzygold, Sakaris og Tinganest. Armbond fáast við at vísa atgongumerki á kommunskrivstovuni frá kl. 18:00 – 20:00. Tú skalt vísa armband á hvørjum konsertstað. Keyp atgongumerki her Møguleiki verður at vála víðari á Disvoy og Faer Isles Distillery. SAKARIS hevur verið ein støðugur…