Skilagátt – Upplatingartíðir um jólini

Skilagátt hevur vanligar upplatingartíðir til og við 23. desembur 2024.   Skilagátt er opið soleiðis um jólini: Fríggjadagin 27. desembur kl. 16:00 – 18:00 Leygardagin 28. desember kl. 14:00 – 17:00 Mánadagin 30. desember kl. 16:00 – 18:00 Týsdagin 31. desembur kl. 14:00 – 17:00   Opið er aftur sum vant frá 2. januar 2025.

Útleigan av kajakkum við John’sa handil

Jan Haldansen, hevur stovnað fyritøkuna Explore Vestmanna by nature. Endamálið við nýggju fyritøkuni er at útleiga kajakkir v.m.. Ætlanin er at skipa fyri royndartúrum fyri bygdarfólkinum longu í vár.   Jan sigur, at økið við Jonh’sa handil er so sera væl egnað til kajakkvirksemi, tí har er sandur og nemt at koma í kajakkirnar. Har…

Sølutorg og atløgubrúgv Inni á Fjørð

Á bygdarráðsfundi 30. oktobur 2024 samtykti bygdarráðið eina umraðfesting á 250 t.kr. til sølutorg Inni á Fjørð.   Ein innilokaður skúrur verður stoyptur afturat grøna skúrinum, og verður tað  SP/F Jóni Durhuus sum kemur at gera stoypiarbeiðið. Eisini er peningur settur av á fíggjarætlanini fyri 2025 til umvæling av gomlu betongbrúgvunum, sum skulu leggjast framvið…

Bygdarráðsfundur 18. desembur 2024

Bygdarráðsfundur verður mikudagin 18. desembur 2024, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni.   Til viðgerðar fyri opnum hurðum     Mál 324 Endurskoðaða fíggjarætlan fyri Vestmanna Kommunu fyri 2. viðgerð J.nr.: 30102-1-2023   Mál 325 Umbygging av Vestmanna Skúla J.nr.: 8220002-1-2024   Mál 326 Umsókn um leiðu av lendið niðanfyri matr. nr. 266m. J.nr.: 8202002-7-2024    …

Grundin á Skálheyggi verður tikin niður í næstum

Vestmanna kommuna hevur gjørt makaskifti við SP/F Vesttrol soleiðis, at SP/F Vesttrol fær ognarrættin til lendið undir sjálvum smiðjubygninginum, sum er partur av leiguøkinum matr. nr. 249f á Heyganesi, til víddar 299 m2, og fær Vestmanna kommuna ognarrættin til matr. nr. 94e á Skálheyggi, til víddar 684m2 við ástandandi grund.   Grundin á Skálheyggi verður…

veks bumerki

Fysioterapeutur til VEKS

Ert tú okkara komandi starvsfelagi? Kom og ver ein partur av okkara kveikjandi terapeutiska toymi Søkt verður eftir: einum fysioterapeuti fyri fysioterapeut í barnsburðarfarloyvi til terapeutiska toymið hjá VEKS. Starvsbrøkur 1,0 ella eftir nærri avtalu. Sum partur av terapeutiska toyminum hjá VEKS hevur tú tilvísing til terapeutiska leiðaran. Toymið er í løtuni mannað við 3…

Fipurljós til Reyða Torgið

Leingi er tað, ið væl skal vera. Vit hava í ár gjørt okkum ómak at finna tey røttu ljósini til Reyða Torgið. Tað hevur tikið longri tíð enn ætlað at fáa tøknina heim, men nú er tilfarið komið, og ljósini verða í løtuni sett upp.   Talan er um LED ljóskeldur og 10 km av…

veks bumerki

VEKS hevur valt Eldraráð!

Freistin at velja til Eldraráðið í VEKS var úti leygardagin 7/12 og uppteljingin fór fram á skrivstovuni hjá VEKS í gjár. Veljast skulu 6 limir og 4 varalimir. Tveir limir, og ein varalimur, fyri Vestmanna og Sunda kommunur. Ein limur, og ein varalimur fyri Kvívíkar og Eiðis kommunur.   Í Vestmanna kommunu kom ein listi…

VÍF fær betri karmar

Bygdarráðið samtykti á fundi 30. okt., at játta  500 t.kr. við tí endamáli, at byrja tilgongdina at útvega VÍF betri karmar.   Fyrireikingararbeiðið – har ætlanin er at umbyggja verandi køk í Ítróttarhøllini til vektarrúm og byggja uppí eystara enda á høllini – er komið væl ávegis.   Á fíggjarætlanini fyri 2025 eru 4 mill.…