Nývalda bygdarráðið hevur skipað seg

Tað verður Sára Jógvansdóttir, sum tekur við borgarstjórasessinum í Vestmanna kommunu 1. januar 2025. Á bygdarráðsfundi í kvøld var full semja um, at velja Sáru Jógvansdóttir sum borgarastjóra og Símin Jákup Højsted sum varaborgarstjóra næstu fýra árini. Hon var fyrstvald á kommunuvalinum týsdagin, ímeðan hann var næstvaldur. Sjey fólk sita í bygdarráðnu í Vestmanna. Á…

Jonhard Mikkelsen fingið stóran heiður í Upsala

Kungl. Gustav Adolfs Akademiens pedagogiska pris í Uppsala latin vestmenninginum Jonhard Mikkelsen fyri arbeiði hansara við føroyskum máli.   Rættiligur hátíðardamur var í riddarasalinum í Kongsborgini í Uppsala, har eini 200 fólk vóru savnað, tá ið vestmenningurin Jonhard Mikkelsen fekk handað Kungl. Gustav Adolfs Akademiens pedagogiska pris upp á 60.000 svenskar krónur við hesi grundgeving:…

Úrslitið av Skúlastýrisvalinum 2024

Umframt bygdarráðsval, var eisini val til skúlastýrið í gjár tann 12. novembur 2024.   Úrslitið Uppteljingin gekk væl, og úrslitið av skúlastýrisvalinum var, at hesi trý vórðu vald. Jona Seloy Magnus Debess Madsen Fríðunn Vestergaard     Atkvøðubýtið Anja Heinesen 20 Fríðunn Vestergaard 27 Grímur Sundstein 15 Jona Seloy 44 Linda Johannesen 10 Magnus Debess…

Úrslitið av Kommunuvalinum 2024

Til kommunuvalið var ein listi komin inn við 11 valevnum. Tilsamans 775 borgarar atkvøddu. Uppteljingin gekk væl, og úrslitið av kommunuvalinum var, at hesi sjey vórðu vald:   Sára Jógvansdóttir 145 Símun Jákup Højsted 138 Anja Haldansen 100 Karl A. Olsen 68 Pauli Magnussen 65 Jákup S. Jóannesarson 49 Janus Atli Jensen 43   Akvøðurnar…

7. flokkur hevur fingið ynskini uppfylt.

Fyrr í ár fekk borgarstjórin vitjan av 7. flokki (nú 8. flokkur) í Vestmanna Skúla. Endamálið við vitjanini var at læra eitt sindur um hvat uppgávan hjá eini kommunu er.   Bjørg á Rógvi, borgarstjórin nýtti samstundis høvi til at spyrja hesi ungu, um tey høvdu nøkur ítøkilig ynski til kommununa og smæddust tey ikki…

Hundar hava fingið 1.500 fermetrar at renna leysir á.

Nú fáa hundaeigarar í Vestmanna eitt innhegnað økið, har hundar kunnu renna leysir undir ábyrgd eigarans.   Tað eru hundaeigarar sjálvir, sum hava tikið stig til at fáa øki til leysgangandi hundar.   Tað var í oktobur 2023 at Trivnaðar- og umhvørvisnendin heitti á Fíggjarnevndina um at lata hundaeigarunum tilfarið og vísti til økið niðanfyri…

Hallarskipan til útleigan av hølum

Nú kanst tú bóka hallir og hølir í Vestmanna skúla umvegis hallarskipanina vestmanna.hallir.com Vestmanna kommuna hevur fleiri hølir, ið borgarar og felagsskapir kunnu leiga. Hallarskipnain er royndarkoyrd í eina tíð og fyri at lætta um hjá borgarunum at bóka og fáa yvirlit yvir tøkar tíðir, hevur kommunan tikið hallarskipanina vestmanna.hallir.com í brúk.   Endamálið er…

Kunning um heimaval

Tey, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima til og við dagin fyri valið, men mugu boða Kommunuskrivstovuni frá á tlf. 770 100 í seinasta lagi kl. 12.00 mánadagin 11. novembur 2024.