Kvøldskúlin 2024/2025

Mikudagin 2. oktober, kl. 15:00, letur tilmeldingin upp, til kvøldskúlan Kvøldskúlin bjóðar enn einaferð eina breiða viftu av tilboðum, sum fólk kunnu stytta sær stundir við í myrku tíðini. Tilmeldingin fer fram á eini leinkju, sum verður løgd á heimasíðu okkara, áðrenn tilmeldingin letur upp. Tilmeldingin endar sunnudagin 6. oktober, kl. 12:00.   Tilmeldingin fer…

Nýtt samstarvsátak um at týna rottu í hagapørtum og skorðum i allari Streymoynni

Vestmanna kommuna hevur gjørt samstarvsavtalu við Kvívíkar-, Sunda- og Tórshavnar kommunur um eitt felags átak um at týna rottu í øllum hagapørtum og skorðum á Streymoynni.   Ì samband við samstarvsavtaluna skipaði Vestmanna kommuna fyri einum átaki á Miðnámi í gjárkvøldi. Átakið fekk sera góða móttøku bæði frá bøndum og røktingarfólki. Eisini umboð fyri Umhvørvisstovuna,…

Avloysarar til ungdómshúsið Staðið

Ungdómshúsið Staðið leitar eftir tímaløntum starvsfólkum at gerast partur av toyminum á Staðnum. Tú verður partur av einum spennandi og kreativum toymi, ið saman virkar fyri at betra um trivnaðin hjá børnum og ungum í kommununi.   Arbeiðstíðir og førleikakrøv Vit leita eftir starvsfólkið við sjóneykuni á teimum ungu frá 6. flokk og eldri. Tað…

Brandvenjing Inni á Fjørð í kvøld 17.09.24

Vestmanna Sløkki- og Bjargingarlið boðar frá, at brandvenjing verður uttanfyri Vest Pack í kvøld um 18:00-21:00 tíðina. Ta løtuna, brandvenjingin fer fram, verður økið stongt og óviðkomandi verða biðin um at halda frástøðu.   Tey sum skulu til handils í Á handlinum mugu koyra eftir Fjarðavegi og snara oman til høgru áðrenn brúnna til Válin…

Á vinarbýarvitjan í Snæfeldsbær

Í vikuni hava umboð fyri Vestmanna bygdarráð verið á vinarbýarvitjan í Snæfelsbær í Íslandi.   Vitjað var í Ólafsvík, Hellissandi og Rif, sum allar eru í Snæfelsbærar kommunu.   Eisini varð leiðin løgd fram við hjá eldrafelagnum í kommununi, sum heldur til í egnum húsum í Ólafsvík. Bygdarráðið hevur útvegað teimum hølini, restini skipa tey…

Leygarkvøldið á Vestmannadøgunum 2024

Leygardagurin er fult í gongd við fjølbroyttum tiltøkum fyri allar aldursbólkar. Nógv fólk hava leitað sær oman til gomlu bedingina í hesum fagra veðrinum. Frá klokkan 16:00 verður fiskikapping fyri børn og Staðið letur upp fyri teimum ungu. Í Vektarbúðini verður ein áhugaverd bókaframløga við Rigmor Restorff Dam um “Tær góvu lív” við tónum frá…