Í ár eru tjúgu ár liðin, síðan fyrstu børnini byrjaðu í Gjáarlon. Tað var tann 5. januar í 2005, at dagstovnurin lat upp.
Børn og starvsfólk hava hátíðarhildið tey tjúgu árini við kaku, bollum og kakao.
Nógv er broytt hesi árini, men framvegis er nógv við tað sama. Átta av starvsfólkunum eru tey somu sum tá, umframt at tey flestu av hinum starvsfólkunum hava verið í starvi í mong ár.
Hetta er tekin um eitt gott arbeiðspláss, og samstundis ein eldhuga hjá starvsfólkunum fyri børnunum og teirra trivnaði og menning. Hetta støðufestið hevur verið við til at skapt eitt trygt umhvørvi, bæði fyri børn og foreldur øll hesi árini.
Dagstovnaøkið í Vestmanna fevnir í dag um dagstovnarnar, Gjáarlon, sum er fyri tey minstu børnini, Látipípuna, ið er fyri børn áðrenn skúlaaldur, og Kongskjallaran, ið er frítíðarstova fyri børn í 1-3. flokki.
Spæl og rørsla er í miðdeplinum
Dagstovnaøkið í Vestmanna er allatíð í menning. Í 2023 tóku øll starvsfólk, námsfrøðingar eins og hjálparfólk og leiðsla, útbúgving í námsfrøðiligum ítrótti og rørslu.
– At vera eitt góðkent ítróttadagstovnaøki inniber, at vit brúka rørslu sum námsfrøðiligt amboð at styrkja kropsligu, kognitivu, sálarligu og sosialu førleikarnar hjá børnunum við rørslugleði sum drívmegi, sigur Morten Hust Petersen, sum er dagstovnaleiðari.
Í farnu viku var Vestmanna kommuna boðin á ráðstevnu hjá Ítróttasambandi Føroya, har dagstovnaleiðarin hevði eina framløgu um, hvussu arbeitt verður við námsfrøðiligum ítrótti og rørslu á dagstovnunum í bygdini.
171 børn ganga á stovni í Vestmanna.