Flaggdagsrøðan hjá Hans Jacob Kollslíð til flaggdagshaldið í Vestmanna:
Vælkomin til flaggsdagshald í Vestmanna og góðan flaggdag, øll somul.
Tá ið eg fyri nøkrum mánaðum síðani varð spurdur, um eg vildi halda flaggdagsrøðuna í Vestmanna í ár, takkaði eg fyri álitið, men hugsaði beinanvegin við mær sjálvum, at frægast var nokk at bíða eitt sindur við at fara undir at skriva røðuna.
Støðan í heiminum broytist so skjótt, hugsaði eg, at ein flaggdagsrøða, skrivað í januar, verður kanska als ikki viðkomandi í apríl.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevði enn einaferð sagt, at hann vildi hava Grønland upp í USA og vit vistu ikki ordiliga hvørjum hetta fór at enda við.
Føroyar, Grønland og Danmark eru í einum ríkisfelagsskapi,og um amerikanski forsetin fór at innlima Grønland í USAella um Grønland skuldi farið undir eina loysingartilgongd frá Danmark alt fyri eitt, hvat gjørdi hetta so við støðuna hjá okkum í Føroyum? Fóru vit so ikki eisini at vera noydd at umhugsa okkara støðu í ríkisfelagsskapinum?
Men hvat hevur alt hetta við eina flaggdagsrøðu at gera, kanst tú kanska spyrja. Er hetta ikki altjóða geopolitikkur tú tosar um? Skal ein flaggdagsrøða ikki vera ein samansjóðandi røða, har vit – nú summarið stundar til – frøast um at ljósið er afturkomið og um hvussu gott vit hava tað í Føroyum og sovorðið?
Jú, gaman í, tað skulu vit. Men havandi rembingarnar í heimspolitisku valdsskipanunum í huga, meti eg eisini, at vit á flaggdegnum í ár eiga at tora at spyrja okkum sjálvi, hvørjum Merkið í roynd og veru veittrar fyri. Og hvørjar tankar vit gera okkum um, hvørjum Merkið skal veittra fyri í framtíðini.
—
Men fyrst av øllum eiga vit kanska at spyrja okkum sjálvi hvívit yvirhøvur flagga og hvaðani tann siðurin kemur?
Fyri at gera eina langa søgu heilt stutta, so er tað fyrsta vit vita um fløgg, at tey í Kina nýttu okkurt, sum minnir um fløgg, ellivu hundrað ár fyri okkara tíðarrokning. Eisini vita vit, at fløgg vóru nýtt av bæði gomlu egyptarunum og av rómverjum.
Tjóðarfløggini, sum vit kenna tey í dag, byrja at íkoma aftaná friðin í Westfalen í 1648, tá ið tjóðríkini fyri fyrstu ferð gjørdust væl avmarkaðir sjálvstøðugir statir.
Síðani tá hava mong lond lýst seg tjóðríki at vera og í dag eru ikki minni enn 193 sjálvstøðugir statir í heiminum, sum flagga við sínum egna flaggi uttanfyri høvuðsskrivstovuna hjá Sameindu Tjóðum (ST) í New York. Tað yngsta av hesum londunum er Suður Sudan, sum lýsti seg sjálvstøðugt at vera9. juli í 2011. Yngsta viðurkenda tjóðarflagg í heiminum er tískil bara knapt 14 ára gamalt.
—
Viðvíkjandi Merkinum, sum vit hátíðarhalda í dag, so kenna vit helst øll søguna um, hvussu hvíta Merkið við reyða og bláa krossinum varð teknað av føroyskum studentum í Danmark.
Fyrstu ferð flaggað varð við Merkinum var í 1919 og bæði í 1920-num og 1930-num varð eisini flaggað við tí. Tá var Merkið tó ikki viðurkent sum tjóðarmerki føroyinga og strangt tikið var tað nokk ikki heilt í lagi at flagga við Merkinum í táverandi danska ríkinum.
Helst kenna vit eisini søguna um, hvussu seinni heimsbardagi broytti alt hetta við um tú kundi flagga við Merkinum ella ikki. Tað var nevniliga soleiðis, at Týskland hersetti Danmark 9. apríl 1940 og 16 dagar seinni, tann 25. apríl, komu boð frá bretska hersetingarvaldinum, ið var farið undir at herseta Føroyar 12. apríl, at føroyingar ikki kundu brúka tað danska flaggið, ímeðan Danmark var hersett av Týsklandi. Hetta var fyrsta almenna viðurkenning av, at føroyingar kundu nýta sítt egna flagg og kom henda viðurkenning altso tann 25. apríl 1940 ella fyri júst 85 árum síðani í dag.
Men hví skulu vit tøva í sovorðnum gomlum, sum hendi fyri 85 árum síðani? Er alt ikki so nógv broytt, at tað, sum hendi tá, er fullkomiliga óviðkomandi fyri okkara veruleika í dag?
Bæði og…
Á ein hátt eru viðurskiftini nógv broytt og fyri okkum er tað í dag púra sjálvsagt, at Merkið er okkara tjóðarflagg. Vit kundu ikki droymt um at nýtt danska flaggið sum okkara flagg og tað irriterar mong av okkum, tá føroysk ítróttarfólk – og onnur, ið kappast í altjóða kappingum – mugu gera tað undir donskum flaggi, tí Føroyar ikki eru viðurkendar sum land av altjóða felagsskapunum, sum skipa fyri hesum kappingunum. Hinvegin frøir tað okkum, tá ið vit síggja t.d. okkara frálíku hondbóltslandslið geva sjálvt nógv størri tjóðum enn Føroyum skarpan gang, væl stuðlað av hópum av føroyskum áskoðarum, ið syngjandi og rópandi veittra við Merkinum á áskoðaraplássunum.
Men um vit suma út og hyggja meira yvirskipað eftir okkara støðu í heiminum í dag, so eru viðurskiftini kanska ikki so nógv øðrvísi enn tey vóru fyri 85 árum síðani, hóast alt. Vit standa nú aftur í einari støðu, har altjóða valdspolitiskar rembingar gera, at okkara støða sum tjóð millum aðrar tjóðir í heiminum helst má endurskoðast. Tíbetur er tað ikki, tí at eitt nýtt heimskríggj er brotið út og at Danmark og Føroyar eru hersett av hvør sínum hernaðarvaldi. Men vit eru enn einaferð sum ein finna í tí stóra heimspolitiska talvinum, har størri og sterkari hendur enn okkara flyta fólkið. Hetta eigur tó ikki at merkja, at vit als onga ávirkan hava á, hvør okkara støða skal vera í heiminum. Um vit bera okkum skynsamt at og tosa við felags rødd, so eigur tað at bera til hjá okkum at fáa eina munadygga ávirkan á hvør støða okkara skal vera í heiminum– og harvið eisini á, hvørjum Merkið skal veittra fyri í framtíðini.
Men megna vit at tosa við einari felags rødd?
—
Í síðsta mánaða var turkist fødda Øzlem Cekic og hevði fyrilestrar í Føroyum. Øzlem er kendur danskur kjakari og hevur m.a. tikið stig til dialogkaffi, hvørs endamál er at fyribyrgja polarisering millum fólkabólkar við at fáa fólk at tosa saman um tað, sum tey eru ósamd um. 24. mars legði hon ein status út á facebook, har hon m.a. sigur (og hetta er mín týðing úr donskum):
“Á nógvar hættir minna Føroyar meg um mítt kurdiska umhvørvi. Eitt samfelag, har fólk ansa eftir hvørjum øðrum og relatiónirnar krossast henda veg og handa veg. Av tí at vit ikki eru so mong, gera vit tað vit kunnu fyri ikki at oyðileggja góða stemningin. Nógv evni kunnu vera torfør at tosa um, sotú hyggur kanska bara burtur ella hugsar, at hatta hevur einki við meg at gera. Onkuntíð gongur tú kanska við loyndarmálum í langa tíð, tí avleiðingarnar av at gera upp við tagnarmentanina kunnu vera ringar at meta um. Tí øll kenna hvønn annan. Øll eru annaðhvørt í familju við hvønn annan, arbeiða saman, hava børn, sum ganga í sama skúla ella eru vaksin upp saman. … Men hvussu tryggja vit, at vit eisini hava rúm fyri at vera ósamd á ein konstruktivan hátt? Hvussu fyribyrgja vit, at stríð ikki vaksa seg so stór, at tey ganga út yvir felagsskapirnar? Hvussu tryggja vit okkum, at vit kunnu vera ein partur av loysnini, hóast vit kanska ikki hava eina uppliving av at vera ein partur av trupulleikanum?”
“Gløgt er gestsins eygað” sigur eitt føroyskt orðatak og sjálvur meti eg, at Øzlem Cekic lýsir føroyska samfelagið nokk so væl í tí, sum hon sigur her.
Men nýtist tað lítla samfelagið altíð at vera nakað negativt? Kann tað ikki eisini vera nakað gott?
Tá ið eg var ungur, var eg um at fáa propp av at búgva í Føroyum. Eg fekk eina næstan klaustrofobiska kenslu av at búgva í hesum lítla samfelagnum, har øll vistu alt um øll og tú einki kundi gera uttan, at øll bygdin visti av tí. So, tá ið eg var liðugur í miðnámsskúlanum flutti eg til Thailands at búgva og búði í milliónabýnum Bangkok í 6 ár. Har fann eg frælsi. Ongin visti hvør eg var og eg kundi gera akkurát tað, sum eg hevði hug til, uttan at nakar brýggjaði seg um tað. Tá ið eg var ungur og leysur var hetta júst tað, ið mær tørvaði og eg stórtreivst í fremmanda milliónabýnum. Men so hendi tað, at unnustan, sum eg helt saman við tá, fortaldi mær, at hon var við barn. Tað broytti alt. Okkurt vendi 180 stig innan í mær og eg fekk eina djúpa tráan eftir at koma aftur til Føroyar, soleiðis at barnið, sum var á veg, kundi vaksa upp í Føroyum.Unnustan hevði einki ímóti at koma til Føroyar, og hóast vit bæði ikki eru saman longur, so eru vit enn sera fegin um, at vit valdu at koma til Føroyar, tá ið vit gjørdu tað fyri nakað beint 26 árum síðani.
Men hví var tað, at eg vildi sleppa aftur til Føroyar? Hvat var tað eg vildi sleppa aftur til? Hvussu kundi tað, sum eg bara vildi sleppa burtur frá, tá ið eg fór av landinum, nú mitt í tí heila vera okkurt, ið dró meg til sín?
Kanska mátti eg burtur, langt burtur, fyri at síggja tað. Men sannleikin er, at meginparturin av tí, sum eg ikki kundi torga við Føroyum, tá ið eg var ungur, er nakað, sum eg eri farin at seta stóran prís upp á sum vaksin. Eg eri farin at síggja eitt virði í tí, at búgva í einum lítlum samfelag, “har fólk ansa eftir hvørjum øðrum og relatiónirnar krossast henda veg og handa veg”, tí tað merkir ikki bara, at vit onkuntíð kanska blanda okkum óneyðuga nógv í viðurskiftini hjá hvørjum øðrum, tað merkir eisini, at vit leggja í hvørt annað. Eg eri fullgreiður um, at vit hvørki eiga at idealisera ella romantisera tað negativa í tí lítla samfelagnum. Tagnarmentanini og hinummeira óndsinnaða slatrinum eiga vit at royna at koma til lívs, ongantíð ov skjótt. Hinvegin eiga vit ikki at gloyma tað góða við, at so “mong annaðhvørt eru í familju við hvønn annan, arbeiða saman, hava børn, sum ganga í sama skúla ella eru vaksin upp saman”. Hóast vit ikki hugsa so nógv um tað – tí vit kanska taka tað fyri givið – so er tað ein sannur framíhjárættur, tá vit kunnu lata børn okkara fara út at spæla,uttan at vera bangin fyri, at tey hvørva, og kunnu fara frá húsum, uttan altíð at skula hugsa um at læsa allar dyrnar.
Men áðrenn vit fara at hálova tí lítla samfelagnum og teimum næru relatiónunum alt ov nógv, so eiga vit eisini at minnast til, at Føroyar eru nógv broyttar hesi seinastu 10 til 20 árini. Í januar mánað í ár vóru sambært Hagstovuni 54.622 fólk í Føroyum. Av teimum vóru 3.256, sum ikki hava danskan ríkisborgararætt. Kanningar vísa, at útlendingar ofta hava torført við at sleppa at vera ein partur av okkara næru relatiónum, tí vit onkuntíð eru dekan ov upptikin av at vilja plasera ein, sum vit ikki kenna, í ein familjusamanhang av onkrum slagi, áðrenn vit loyva teimum inn um og lata tey sleppa at vera ein partur av okkara felagsskapum. Vit eiga at minna okkum sjálvi á, at Merkið eisini veittrar fyri teimum meira enn 3.000 útlendingunum, sum búgva í Føroyum í dag og at tað er okkara felags skylda at tryggja, at øll hava einakenslu av, at so er.
—
Hvørjum Merkið veittrar fyri í dag og hvørjum Merki skal veittra fyri í framtíðini er upp til okkum, fólkið í Føroyum, atgera av.
Ein partur av hesum spurninginum snýr seg um hitt ríkisrættarliga. Hvør skal støða okkara vera sum land millum onnur lond í heiminum? Og um broytingar, um ikki so langa tíð, mugu gerast í ríkisfelagskapinum, so eiga vit at tora at spyrja okkum sjálvi:
• um Merkið framyvir skal veittra fyri einum Føroyum, sum eru partur av danska kongaríkinum, men hava fingið eina nýggja heimastýrislóg?
• um tað skal veittra fyri einum Føroyum, sum í felagskapi við Danmark eru farnar upp í ES?
• um tað skal veittra fyri einum Føroyum, sum eru vorðnar eitt tjóðríki, ein statur, ið ger samstarvsavtalur við Danmark og onnur lond?
• um tað skal veittra fyri einum Føroyum, sum eru eitt tjóðríki, og sjálvar eru farnar upp í ES?
• …ella okkurt heilt annað?
Tað er ein avgerðandi spurningur, og best var sjálvandi um hann kundi verið væl og virðiliga viðgjørdur okkara millum, áðrenn nøkur endalig støða verður tikin til hann, so vit – fólkið í Føroyum – kunnu hava eina kenslu av, at vit eru hoyrd og at okkara støða til spurningin verður vird.
Havandi stóru broytingarnar í fólkasamansetingini í Føroyum í huga snýr ein annar partur av spurninginum – hvørjum Merkið veittrar fyri – seg um hvussu føroyska samfelagið skal innrættast. Hvussu rúmlig ella snævur skulu vit vera? Hvørji virði skulu vit byggja á?
Mínar royndir uttan úr stóru verð eru, at fólk verða ikki defineraði av, um tey eru kvinnur ella menn; ung ella gomul; brún, svørt ella hvít; samkynd ella hinskynd; kristin, muslimar, buddistar ella okkurt heilt annað; men av hvussu tey eru sum menniskju. Tí eiga vit heldur ikki av óumhugsaðum fordómum at útihýsa nøkrum frá tí føroyska felagskapinum, men heldur at royna at bera so í bandi, at alt Føroya fólk, og tá meini eg við øll tey, sum búgva í Føroyum, kenna seg væl her.
Føroyar eru á so mangar hættir eitt sera ríkt land. Gjárdagurin er farin og morgindagurin er ikki komin. Hvørjum Merki veittrar fyri er hvønn gudsskapta dag upp til okkum – fólkið í Føroyum – at gera av.
Takk fyri og framhaldandi góðan flaggdag.