Nýtt starvsfólk í móttøkuni
Í gjár, tann 01. septembur, byrjaði Laila Símunardóttir Hansen í starvið hjá Vestmanna Kommunu. Hon fer at manna móttøkuna saman við verandi starvsfólkið. Harumframt fer hon at starvast við talgilding. Laila er útbúgvin professiónsbachelor innan almenna fyrisiting, og hevur drúgvar og góðar royndir innan tað almenna.