Partur av Bakkavegi stongdur leygardagin
Í samband við tiltak á vestmannadøgunum verður partur av Bakkavegi stongdur fyri allari ferðslu frá Torginum út til Kommunuskrivstovuna frá leygardadegnum 9. septembur 2023 kl. 12:00 til midnátt.
Í samband við tiltak á vestmannadøgunum verður partur av Bakkavegi stongdur fyri allari ferðslu frá Torginum út til Kommunuskrivstovuna frá leygardadegnum 9. septembur 2023 kl. 12:00 til midnátt.
Í samband við tiltak á vestmannadøgunum verður Bakkavegur stongdur fyri allari ferðslu frá Torginum út til Sýslumanshúsini frá fríggjadegnum kl. 12 til mánamorgunin.
Í samband við at miðstaðarøkið verður uppmerkt, verður heitt á fólk um at flyta bilarnar av økinum og at parkera aðrastaðni. Arbeiðið byrjar í morgin árini tann 14. mai.
Í samband við at miðstaðarøkið verður asfalterað, verður heitt á fólk um at flyta bilarnar av økinum og ikki at parkera har. Byrjað verður at asfalterað mánamorgun 27. november.
Í samband við at miðstaðarøkið verður gjørt klárt til asfaltering, verður planerað nú og í vikuskiftinum. Heitt verður tí á fólk um at flyta bilarnar av økinum og ikki at parkera har. Byrjað verður at asfalterað mánadagin.
Nú nýtist tú hvørki at hugsa um bíðirøðir ella upplatingartíðir, nú er pakkaboks eisini sett upp í Vestmanna. Pakkaboksin stendur á Magn støðini, sum er opin hvønn dag. Vestmanna kommuna vil fegin takka Súsonnu Danielsen og Anju Eydnudóttir, eigarar av Magnstøðini í Vestmanna, fyri sýnda samfelagssinn. Vestmanna kommuna ynskir tænastuni hjartaligari vælkomnari, hettar verður…
Vegna arbeiði, verður óstøðugt vatntrýst í parti av Niðara Vegi. Vatnveitingin kann væntast at verða støðug aftur á middegi.
Vegna brek, er óstøðugt vatntrýst í ovari parti av Miðalsbrekku. Arbeitt verður við trupulleikanum.
Vegna vatnleka er óstøðugt vatntrýst í Miðalsbrekku. Væntast kann, at skrúva verður fyri vatnveitingini so leingi arbeiði varðir.
Vegna arbeiði, verður óstøðugt vatntrýst í Heygalíð frá týsmorgunin 24. oktobur 2023 frá kl. 8:00 og so leingi arbeiðið varðir.
Tryst á pílin fyri at hoyra framløguna hjá Torfinn Opheim frá Orkutinginum sum varð 21. juni 2022. Torfinn Oppheim úr Sauda kommunu, sum er formaður í norska orkufelagnum (LVK), greiddi frá norsku skipanini. Uppgávan hjá felagsskapinum er m.a. at stuðla rættinum um ein varandi part av virðisøkingini, um orka verður vunnin úr kommunalum…
Tryst á pílin fyri at hoyra framløguna hjá Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni frá Orkutinginum sum varð 21. juni 2022. Framtíðar orkupolitikkur og útbyggingar: Skipanin í dag og hvørjar lendisætlanir eru fyri at útbyggja vind-, vatn-, sól- og sjóvarfalsorku. Hoyr alla frammløguna omanfyri. Les meira um Orkutingið her
Tryst á pílin fyri at hoyra røðuna hjá Paula T. Petersen, borgarstjóra frá Orkutinginum sum varð 21. juni 2022. Útbyggingar til grøna orku hava leingi verið partur av føroyska kjakinum og politikkinum. Nú verður ein gomul ætlan um at byggja eina pumpuskipan í Heygadali møguliga til veruleika. Vit skulu verða frí av fossilum brennievnum…
Tryst á pílin fyri at hoyra panelorðaskiftið frá Orkutinginum sum varð 21. juni 2022. Hesi mannaðu panelið: Torfinn Oppheim, leiðari í LVK. Jóhan í Niðristovu, Sp/f Vindrøkt. Hákun Djurhuus, stjóri í SEV. Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni. Dávid Reinert Hansen, verkætlanarleiðari fyri Pumped Storage, SEV. Pauli T. Petersen, borgarstjóri, Vestmanna Kommuna. Hoyr…
Tryst á pílin fyri at hoyra framløguna hjá Hákun Djurhuus frá Orkutinginum sum varð 21. juni 2022. Hákun Djurhuus, stjóri í SEV svaraði nøkrum spurningum, ið áhugabólkurin Orkuting hevði sett honum. Hvørjar treytir vóru galdandi, tá SEV byrjaði fyrstu útbyggingarnar, og undir hvørjum fyritreytum yvirtók SEV lendini? Hvønn týdning hevur henda ovurhonds stóra orka…
Tryst á pílin fyri at hoyra framløguna hjá Dávid Reinert Hansen frá Orkutinginum sum varð 21. juni 2022. Dávid Reinert Hansen, verkætlanarleiðari fyri Pumped Storage, SEV. Svaraði nøkrum spurningum, ið áhugabólkurin Orkuting hevði sett honum. Ein lýsing av Pumped Storage. Hvussu langt er SEV komið við ætlanini, og hvussu stórt øki fer ein slík…
Vestmanna Kommuna er farin undir at umleggja orkuskipanirnar í bygningum hjá kommununi. Heilsumiðstøðin fekk jarðhitaskipan, tá hon varð bygd fyri nøkrum árum síðani, og í samband við uppíbygging í kommunuskrivstovuna, varð orkuskipanin broytt til jarðhitaskipan. Í heilsumiðstøðini var einki at samanlíkna við, men tá nú orkiskipanin í kommunuskrivstovuni fyrr í ár varð broytt frá oljufýrdari…
Á nýggjárinum er vanligt at síggja neyðrakettir blíva skotnar upp. Men Vestmanna Sløkkilið minnir á, at neyðrakettir eru ein vandamikil møguligur eldásetari. Tað er ólógligt at senda neyðrakettir til stuttleika. Tær eru einans ætlaðar at brúka í neyðstøðum. Um neyðrakettir/-bluss o.l. skal beinast burtur, kann hetta latast inn á Skilagátt. Skilagátt
Eins og undanfarnu ár varð skipað fyri átakinum ”Ung í arbeiði” í Vestmanna kommunu. Arbeitt var í viku 26, og vóru tað 10 raskir ungdómar, sum hesa ferð vóru við til at fríðka um í kommununi. Okkara ungu hava millum annað arbeitt saman við grøna toyminum og fríðkað um ymisk økir í bygdini, onkur hevur…
Vestmanna skúli skrivar í morgun, at tað var stuttligt í morgunsangi, tá 4 fremmandafólk komu inn við konfettibumbum, júst sum 9. flokkur var liðugur at skipa fyri morgunsangi. 9. flokkur hevði nevniliga vunnið filmskappingina “Tryggari Internet”, sum SSP skipar fyri saman Við Nema og Føroya Tele. Saman um netið skriva soleiðis: Vinnarin av Tryggari internet…
Ognin matr. nr. 300a hjá Vestmanna Kommunu verður hervið lýst til sølu. Ognin er í tveimum lutum: 4885 m² omanfyri og 2032 m² niðanfyri Gamla Veg. Ognin verður seld samlað. Viðmerkjast skal, at hegnskylda ímillum innan- og uttangarðs fylgir við ognini. Tilboð uppá ognina skulu sendast til vestmanna@vestmanna.fo í seinasta lagi 23. oktobur 2024…
Vestmanna Kommuna lýsir við hesum matr. nr. 258a, Niðari Vegur 33, Vestmanna, til sølu til íbúðar-bygging. Talan er um grundøki, 855 m2 til víddar sambært tingbókini, við ástandandi bygningi – ein eldri verkstaður, sum verður at taka niður í samband við íbúðarbyggingina. Tað er upp til…
Í morgun legði Ocean Endeavour at á Vestmanna Havn. Skipið fer at liggja við kai, tað mesta av degnum í dag. Ocean Endeavour er stórsta ferðamannaskipið, sum hevur verið á Vestmanna. Skipið kemur úr Portugal og við umborð eru 198 ferðafólk. Flest av teimum ferðandi eru úr Canada. les meira um skipið her.
Durita Fagradal Augustinussen, sum hevur verið ungdóms- og mentanarleiðari hjá Vestmanna Kommunu seinasta árið, hevur nú valt at siga seg úr starvinum. Vestmanna Kommuna takkar Duritu fyri tíðina og góða samstarvið, vit hava havt við hana. Pauli Magnussen, sum hevur verið í farloyvi seinasta árið, kemur aftur í starv hjá Vestmanna Kommunu. Pauli kemur at…