Tíðindi

Nýggi borgarstjórin tikið við

Sára Jógvansdóttir hevur nú tikið sætið sum borgarstjóri í Vestmanna kommunu og hevur havt sín fyrsta arbeiðsdag á kommunuskrivstovuni.   – Eg gleði meg at fara til verka, og tað er nógv, sum farast skal í holt við. Tíbetur hava góð fólk undan mær lagt góðar lunnar, so vit í dag búgva í eini vælvirkandi…

Tíðindi

Nútímas venjingarhøli í gerð

Skjótt fer at bera til hjá íðkarum hjá VÍF at styrkivenja í høllini. Kommunan er nevnliga í holt við at byggja ein tilbygning á vestursíðuni á høllini, ið skal brúkast sum venjingarhøli. Væntandi verða venjingarhølini klár at taka í nýtslu um mánaðarskiftið oktober/november. Bygningurin er 80 fermetrar við høgari trom og hevur beinleiðis atgongd og…

Tíðindi

Nú verður Fjalsvegur asfalteraður

Arbeiðið at gera nýggjan Fjalsveg er komið so mikið væl áleiðis, at tað verður byrjað at asfaltera í dag. Mett verður, at nýggi parturin av Fjalsvegi verður liðugur í vikuni. Nýggja strekkið er áleið 450 metrar. Harafturat er brúgv gjørd tvørturum Gjógvará. Síðan verður farið undir eldra partin av Fjalsvegi. Hann skal víðkast í støðum,…

Tíðindi

Nú lýsir øll viðarlundin

Streymur er nú lagdur niðan í ovala økið í viðarlundini, samstundis sum lendið er gjørt av nýggjum. Í gjár bjóðaði viðarlundanevndin øllum at síggja nýgjørda økið. Fyri nøkrum árum síðan vórðu lyktapelar settir framvið øllum gøtum í viðarlundini, men stóra ovala økið, ið stundum er karmur um tiltøk og sum nógv fólk í Vestmanna annars…

Tíðindi

Nú er prísurin hækkaður til Rokkur í Vestmanna. 

Nógv hava ognað sær atgongumerki fyri tann bíligari prísin. Enn er gjørligt at ognað sær atgongumerki fyri 400 kr á atgongumerki.fo   Um Rokkur í Vestmanna Í samband við Vestmannadagarnar, ið vera í Vestmanna í døgunum 6. til 12. september verður stór rokkkonsert leygarkvøldið 11. september. Talan er nevnliga um eina konsert við føroysku Brim,…

Tíðindi

Nú byrjar kvøldskúlaárið

Myrkari dagar og ein kaldur vetur merkir ikki, at vit fara niður í ferð – tvørturímóti. Nú byrja vetrarskeiðini hjá Vestmanna kvøldskúla og Kvívíkar kvøldskúla.  Kvøldskúlarnir bjóðar aftur í vetur eina breiða viftu av tilboðum, sum fólk kunnu stytta sær stundir við í myrku tíðini. Tilboðini eru fjølbroytt, og tað er okkurt bæði til børn…

Tíðindi

Nóllywood 2024 – Filmsummarskúli fyri ung

Ert tú millum 14 og 18 ár, og vilt tú læra at gera film?  So mást tú tekna teg til Nóllywood, sum er árligi summarskúlin fyri ung, sum eru áhugað í filmi. Nóllywood 2024 verður 8.- 15. juli úti í Nólsoy. Tekna teg við at senda ein teldupost til klippfisk@klippfisk.fo við hesum upplýsingum: navn føðingardagur…

Tíðindi

Nógvur vindur – tryggið leysar lutir

Trampolinir, havastólar og aðrir lutir, ið kunnu fara á flog, verður heitt á at tryggja, so teir ikki gera skaða.  Veðurforsøgnin sigur frá nógvum vindi og regni í dag. Fyrrapartin veksur vindurin upp í strúk ella skrið, 13 til 18 m/s. Seinnapartin skrið ella stormur sunnan, 18 til 23 m/s, samdrigið og regn. Ansið tí…

Tíðindi

Nógvur vindur – tryggið leysar lutir

Trampolinir, havastólar og aðrir lutir, ið kunnu fara á flog, verður heitt á at tryggja, so teir ikki gera skaða.  Veðurforsøgnin sigur frá nógvum vindi og regni í dag. Sum líður út á fyrrapartin veksur vindurin upp í strúk, millum 13-18 m/s av suðri og landsynningi. Í støðum fer vindurin upp í 20 m/s. Ansið…

Tíðindi

Nógvur vindur

Nú boðað verður frá nógvum vindi um vikuskiftið, heita vit á allar borgarar og fyritøkur í kommununi um at beina burtur ella tryggja leysar lutir, byggitilfar o.a., so tað ikki elvir til skaðar.

Tíðindi

Nógvur vindur

Nú boðað verður frá nógvum vindi seinnapartin í dag og í nátt, heita vit á allar borgarar og fyritøkur í kommununi um at beina burtur ella tryggja leysar lutir, byggitilfar o.a., so tað ikki elvir til skaðar.

Tíðindi

Nógvur vindur

Nú boðað verður frá nógvum vindi um vikuskiftið, heita vit á allar borgarar og fyritøkur í kommununi um at beina burtur ella tryggja leysar lutir, byggitilfar o.a., so tað ikki elvir til skaðar.

Tíðindi

Nógvur vindur

ÁHEITAN FRÀ POLITINUM Í samband við at veðurforsagnirnar lova nógvan vind komandi døgnið, heita vit á fólk um at tryggja leysar lutir, so sum byggitilfar, trampolinur, havamøblar og líknandi, skrivar løgreglan.

Tíðindi

Nógvur vindur

ÁHEITAN FRÀ POLITINUM Bođađ verđur frá nógvum vindi. Minst tí til at rudda alt burtur, iđ liggur leyst uttanfyri húsini og kann fara á flog.

Tíðindi

Nógvur vindur

Nú boðað verður frá nógvum vindi til hósdagin, heita vit á allar borgarar og fyritøkur í kommununi um at beina burtur ella tryggja leysar lutir, byggitilfar o.a., so tað ikki elvir til skaðar.  

Tíðindi

Nógvur vindur

Nú boðað verður frá nógvum vindi um vikuskiftið, heita vit á allar borgarar og fyritøkur í kommununi um at beina burtur ella tryggja leysar lutir, byggitilfar o.a., so tað ikki elvir til skaðar.

Tíðindi

Nógv vatn á vegnum

Tað regnar illa í dag. Hetta hevur við sær, at nógv vatn rennur út á vegirnar. Á Hornavegi er ein stórur hylur á vegnum. Heitt verður á bilførarar um at vera ansnir á vátu vegunum.

Tíðindi

Nógv vatn á vegnum

Nú blot er komið í kavan, fyllast áirnar. Hetta hevur við sær, at nógv vatn rennur út á vegirnar. Heitt verður á bilførarar um at vera ansnir á vátu vegunum.

Tíðindi

Nógv á skrá komandi dagarnar – Rørslureikan 2022

Nú er seinasta vika av Rørslureikan 2022 og nógv áhugavert er á skrá. Til dømis gongutúrar, havdypping, plantusøla og gummibátakapprógving. Nakrar broytingar eru eisini, sí skránna herundir. Aftur í ár hevur Vestmanna kommuna sett sær fyri, at heilsan hjá borgarum skal raðfestast hægri í mai. Allan mai mánað verða tiltøk á skránni, har dentur verður…

Tíðindi

Niðari Vegur verður breiðkaður

Í komandi viku – vika 16 – verður farið undir at breiðka Niðara Veg frá kappróðrarneystinum og inneftir. Vegurin verður opin, ímeðan arbeitt verður, men kommunan heitir á bilførarar um í mest møguligan mun at brúka Ovara Veg fyri ikki at darva arbeiðinum óneyðugt.

Tíðindi

Niðari Vegur stongdur í dag

GG: Vegurin er opin aftur. Vegna vegarbeiði verður Niðari Vegur stongdur fyri gjøgnumkoyring í dag, mikudagin 28. apríl 2021. Vegurin verður stongdur, til arbeiðið er liðugt. Arbeitt verður á Fitjum, so vegurin er opin uttanífrá inn til Seglhúsið.