Avlýst: Temakvøld 24. mars 2022

Orkuting avlýst vegna forfall, og verður ikki sum ætlað hóskvøldið tann 24. mars 2022. (dagf. 22. mars 2022)  – um fíggjarligt endurgjald til kommunur fyri jarðarlendi á leiðini móti grønari orku. Stigtakari til orkutingið er ein áhugabólkur í Vestmanna saman við Vestmanna Kommunu.   Í neyðugu strembanini móti grønari orku verður hald lagt á alsamt…

Broytingar í byggisamtyktini – almenn framløga

Uppskot um broytingar í byggisamtyktini fyri Vestmanna Kommunu, Uppskotini eru hesi: ásetingarnar fyri matr. nr. 166 verða broyttar frá miðstaðarøki til sethúsaøki ásetingarnar fyri matr. nr. 258a verða broyttar frá vegøki til miðstaðarøki A2 Kunngerð Galdandi byggisamtykt matr. nr. 166 Broyting í byggisamtyktini matr. nr. 166 Kortskjal galdandi byggisamtykt matr. nr. 258a Kortskjal broytt byggisamtykt…

Navnakapping

Vestmanna Kommuna bjóðar hervið til navnakapping. Virðisløn á kr. 3.000 verður latin fyri besta uppskotið.   Síðan 2017 hevur Vestmanna Kommuna leiga hølið í niðastu hædd hjá Vestmanna Arbeiðarafelag, Bakkavegur 11. Talan er um hølið – har Bryggjan var fyrr. Endamálið við leiguni er mentanarligt virksemi. Vestmanna Kommuna hevur sett umvælingar av hølunum í verk…

Hevur tú ongar posar eftir?

IRF ber gráar og hvítar posar út í viku 12 og 13. Tvær ferðir árliga verða 28 gráir posar bornir út. Hetta røkkur til, at IRF heintar ein gráan posa um vikuna, umframt at hvørt húski hevur tveir eykaposar til hvørt hálvár. Manglar tær posar áðrenn viku 12, eru ov nógvir posar brúktir. Í tí…

Nýtt skip til Vestmanna

Vestmenningur kemur til Vestmanna leygardagin tann 19. februar 2022. Í tí sambandi verður skipað fyri móttøku á kaiini kl. 15.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.   Vestmanna Kommuna fegnast um, at eitt nýtt skip nú kemur til bygdina og ynskir eigarunum hjartaliga til lukku við skipinum og blíðan byr framyvir. Tað er Vestmanna Fiskavirki, sum hevur…

Skrá til bygdarráðsfundin 23. februar 2022

Almennur bygdarráðsfundur verður mikukvøldið 23. februar 2022, kl. 19.00 á Kommunuskrivstovuni.   Til viðgerðar fyri opnari hurð:   Dagsskrá:   Mál 77 Tilmæli frá Fíggjarnevndini um val av dátuverndarfólki. J.nr. 1002-1-2022   Mál 78 Tilmæli frá Teknisku Nevnd um skipan av grundstykkinum, har Turkihúsið stóð. J.nr.: 104001-1-2022   Mál 79 Tilmæli frá Teknisku Nevnd um…

Innskriving av næmingum í 1. flokk

Innskriving av næmingum í 1. flokk í Vestmanna skúla, skúlaárið 2022/2023, verður í døgunum 17. – 19. januar 2022. Innskrivingin verður gjørd talgild í leinkinum herundir. Flokslærari í komandi 1. flokki verður Jakoba Nielsen.   Innskrivingin letur aftur mikudagin 19. jan. 2022 kl. 23.59. FAR TIL INNSKRIVING.