Glas av vatni

Spara uppá vatnið

Heitt verður á borgarar og virkir um at spara uppá vatnnýtsluna. Hetta orsakað av, at nógv vatn er nýtt í samband við grindina. Hetta hevur við sær at brunnarnir eru næstan tómir.

Heimapartar

Vestmanna Kommuna hevur fingið tillutað heimapartar frá grindini í gjár. Klárt er at skera heimapartarnar upp. Vestmanna Kommuna hevur tíverri ikki manning til at skera upp, so tey, sum ynskja heimapart, eru vælkomin oman á kaiina at skera upp sum skjótast, tí heitt er í veðrinum, og tí kann bruni koma í grindina. Áhugað kunnu…

Starvsfólk og summarfrítíðaravloysarar til Heimið á Grønanesi og heimahjálpina í Kvívíkar og Vestmanna Kommunu

Hesi størv eru leys at søkja til Heimið á Grønanesi og heimatænastuna í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu. Sókt verður eftir: Heilsurøktarum Heilsuhjálparum Starvsbrøkur eftir avtalu – byrjanardagur eftir nærri avtalu. Somuleiðis verður sókt eftir summarfrítíðar avloysarum at byrja skjótast tilber. Tú ert vælkomin at ringja til okkum hesum viðvíkjandi.   Førleikar / krøv Til størvini…

Vestmanna kommuna sett mentanar- og ferðavinnumennara

Fríða Jóinsdóttir Joensen er sett í starvið sum mentanar- og ferðavinnumennari í Vestmanna kommunu. Fríða, sum er búsitandi á Eiði, er 39 ára gomul og hevur lisið tænastubúskap í Keypmannahavn. Umframt at hava drúgvar royndir innan ferðavinnu, er hon forkvinna í Trivnaðarnevndini í Eiðis kommunu, og ein av fyriskiparunum av Heystfagnaðinum á Eiði.   Í…

Klipping av trøum og runnum

Nú summarið er byrjað, heita vit á fólk um at klippa av trøum og runnum móti gøtu, vegi og almennum øki.   Tað er umráðandi fyri trygdina og trivnaðin, at runnar og annar vøkstur út móti vegi, skeltum, grannum og serliga vegamótum verður kliptur. Trøini skulu klippast heilt inn til mark móti almennum vegi. Um…

Grundstykkir á Grótbrúgv til sølu

Hesi grundstykkir á Grótbrúgv verða hervið lýst til sølu: Grótbrúgv 2, matr. nr. 326s Grótbrúgv 12, matr. nr 326h Grótbrúgv 14, matr. nr. 326i Grótbrúgv 17, matr. nr. 326q Grótbrúgv 19, matr. nr. 326p   Prísurin fyri grundstykkini er hesin: Grótbrúgv 2, matr. nr. 326s:      239.440 kr + tinglýsing: 3.394 kr Grótbrúgv 12, matr. nr…