Stjóri til VEKS

Heimatænastan í VEKS søkir eftir stjóra. VEKS er kommunalt samstarv millum Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunu. Til tess at framtíðartryggja eina neyva og dygdargóða eldratænastu, skal stjórin, saman við stýri og leiðslubólki, seta kós, og skipa eldraøkið komandi árini. Stjórin hevur yvirskipaðu, bygnaðarligu, fakligu og fíggjarligu ábyrgdina av VEKS.   Vit ímynda okkum at…

Garðdagur 2023

Dagstovnaøkið í Vestmanna skipar hvørt ár fyri einum garðdegi, har ymiskar ábøtur o.a. verður gjørt uttandura. Udanfarna ár var hesin dagurin avlýstur vegna veður. Í ár høvdu starvsfólk saman við leiðlsu sett garðdagin, at vera fríggjadagin 16. juni. Ein ynskilisti av uppgávum varð hongdur upp á øllum stovunum í Gjáarlon, har foreldur kundu skriva seg…

Móðir Jørð í Silkienni – Summartónar 2023

Móðir Jørð: Lív í Baianstovu (sang, gittar), Johan Petur Andreasen (harmoniku), Agnar Lamhauge (bass), Jonleif Jensen (trummur) Singersongwriter grundað í fólkatónleiki við útsetingum í ymsum tónleikastílum. Virkin síðan 80’ini í Føroyum og Svøríki, á palli nú við elitu tónleikarum – við stakløgum sum Flag, Kaffi Latte, Eydna og úr fløgunum Atlantic Light og Tá ið Onki Myrkir Fyri.…

Skrá til bygdarráðsfundin 22.06.2023

Almennur bygdarráðsfundur verður hósdagin 22. juni 2023, kl. 17.00, á Kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð:     Mál 196 Umsókn frá Umhvørvisstovuni til ummælis: umsókn um samanlegging av matr. nr. 18a og 19a. J.nr. 104002-2-2023   Mál 197 Umsókn um sundurbýti av matr. nr. 26e soleiðis, at partur av lutinum niðanfyri Bøgøtu…

22 nýggir demenssamskiparar

Í gjár fingu 22 starvsfólk innan eldraøkið prógv sum demenssamskipari. Tað er VEKS, sum er kommunala eldrasamstarvið millum Vestmanna, Eiði, Kvívík og Sunda kommunu, ið hevur tikið stig til útbúgvingina. Átta av teimum 22, sum hava luttikið á útbúgvingarskeiðnum og lokið prógv, starvast í VEKS, meðan hini eru úr fimm øðrum kommunalum samstarvsøkjum. Ein teirra…

Fleiri almenn vesi

Nú letur eitt alment vesi upp afturat. Vesið er í grøna skúrinum við bátahylin Inni á Fjørð.   Vesini hava opið frá klokkan 08:00 til klokkan 20:00.   Sostatt eru almenn vesir: inni við bátahylin. í havnarskrivstovuni. við Kirkjugarðinum á Knúgvum.

Heimapartar

Vestmanna Kommuna hevur fingið tillutað heimapartar frá grindini í gjár. Klárt er at skera heimapartarnar upp. Vestmanna Kommuna hevur tíverri ikki manning til at skera upp, so tey, sum ynskja heimapart, eru vælkomin oman á kaiina at skera upp sum skjótast, tí heitt er í veðrinum, og tí kann bruni koma í grindina. Áhugað kunnu…