Bilurin, sum saltar vegirnar í bygdini tá kavi og frost legst, hevur tekniskar trupulleikar í løtuni. Arbeitt verður við at loysa trupulleikarnar, men fyribils er bilurin ikki fult førur í dag ella í morgin.
Tað hevur við sær, at einans høvuðsvegurin í bygdini verður saltaður.
Tí verður heitt á bilførarar í Vestmanna um at vísa størsta varsemi.







