Nógv fólk vóru møtt á Miðnám í gjárkvøldi at hoyra tríggjar fyrilestrar um, hvussu landbúnaður og heimblídni kann skapa eina ferðavinnuuppliving.
Heidi Holm, verkætlanarfólk á Visit Faroe Islands, greiddi frá um landbúnaðarferðavinnu og nýskapan í landbúnaðinum. Súsanna Sørensen, marknaðarleiðari á Visit Faroe Islands, greiddi frá hugtakinum og tilboðnum Heimablídni. Og til seinast greiddi Harriet Olafsdóttir, íverkseti og bóndi, frá sínum royndum – hvussu hon byrjaði og um gerandisdagin í Æðuvík.
Framløgurnar vóru framúr góðar og ikki minst sera áhugaverdar at lurta eftir. Vit vóna, at hetta kvøldið gav lurtarunum dirvi til at byrja ella arbeiða víðari við at gera dreym til veruleika.
Hvør veit, kanska vit fara at síggja nakrar nýggjar spírar ta næstu tíðina her í Vestmanna.
Hava tit spurningar, eru tit altíð vælkomin at venda tykkum til okkara á visit@vestmanna.fo