Fríggjadagin 25. apríl verður flaggdagurin hátíðarhildin á Reyða torgi í Vestmanna.
Umframt at vit fagna Merkinum og bjóða várinum vælkomnum, verður vælumtókta flaggdagsrenningin, kappróðrabátar verða flotaðir og bjóðað verður kaffi og vafflur.
Skráin byrjar klokkan 15.15 við skrúðgongu frá høllini til Reyða torg, sum VíF skipar fyri. Øll eru vælkomin at ganga við.
Klokkan 15.30 byrjar flaggdagshaldið á torginum.
Skráin er hendan:
Anja Haldansen, forkvinna í Trivnaðarnevndini, bjóðar vælkomin
Vestmanna Hornorkestur spælir
Felagssangur: Sjá tú blánar
Røða: Hans Jákup Kollslíð
Felagssangur: Tú alfagra land mítt
Flaggdagsrenning
Aftaná flaggdagshaldið byrjar flaggdagsrenningin, sum Vestmanna kappróðrarfelag skipar fyri. Tvær rutur eru:
3 km ruta: Reyða torgið – Niðari Vegur – runt um Magn – Ovari Vegur – Heygabrekka – Kappróðrarneystið
5 km ruta: Reyða torgið – Niðari Vegur – Magn – Ovari Vegur – Toftavegur – Gerðisvegur – Gerðisbrekka – Bakkavegur – Reyða torgið – Kappróðrarneystið
Vatnpostar verða settir upp við Magn og á Gerðisvegi. Har fáa luttakarar eisini ein kross á hondina sum prógv um luttøku.
Luttøkubólkar:
Børn (4–10 ár)
Ung (11–16 ár)
Kvinnur og menn (17–100 ár)
Øll eru vælkomin at ganga, trillla ella renna. Tilmelding fer fram við at ringja/smsa á tlf. 235985 ella senda teldupost til vif.kapprodur@gmail.com við navni, aldursbólki og valdum teini (3 ella 5 km).
Bátar vera flotaðir og almenn móttøka
Øll eru vælkomin í kappróðrarneystið, har bjóðað verður ókeypis kaffi og vafflur, ímeðan rennarar koma á mál og nýggja fimmmannafarið Havfrúgvin og hinir kappróðrarbátarnir verða flotaðir.
Kom við til ein hátíðarligan, hugnaligan og rørsluríkan flaggdag í Vestmanna!