Jólatræið í Vestmanna verður tendrað fríggjadagin 21. november kl. 17.00. Jólamaðurin, Julius, og hansara hjálpari, Rógvi, fara at tendra træið í ár.
Árliga jólahaldið á Torginum verður nakað øðrvísi í ár, enn tað, sum vit vanliga kenna til.
Vit hava valt at gera jólahaldið serliga hugnaligt og stuttligt fyri okkara yngstu borgarar. Tað verða ongar røður, men ístaðin fara Julius og Rógvi at undirhalda, umframt at Bjarki Virgarsson fer at framføra nøkur jólaløg saman við Vestmanna barnakóri.
Hildið verður tó fast í dansinum um jólatræið, og eftir at Julius og Rógvi saman við børnum, foreldrum og øðrum hava sungið og dansað, fara teir og fittir vættrar at býta út gávuposar til børnini. Kommunan bjóðar eisini øllum bollar og heitt kakao.
Í ár verður eisini meira gjørt burturúr við jólaprýði á Torginum og á kommunalum støðum, so tað verður eyka hugnaligt og jólaligt.
Vit síggjast til lýsandi perur, góðan sang, undirhald og hugna.
Ein samlað skrá við jólatiltøkum í Vestmanna verður løgd út í næstu viku.








