Við síni kendu rødd og framúr gittarspæli bjóðar Stanley Samuelsen til eina konsert, har vit veruliga kunnu njóta ein av tungvektarunum í føroyskum tónleiki.
Konsertin við Stanley verður í Vektarbúðini týsdagin 18. november kl. 20.00.
Stanley hevur spælt tónleik alt sítt lív og hóast hann er byrjaður at eldast, er raktur av Alzheimers og minnið er viknað, heldur hann fram við at syngja og spæla, tí – sum hann sjálvur sigur tað – “tónleikurin situr í sálini”.
Hálvan oktober gav hann út “Sólskin”, ein útgáva við sangum, ið hann hevur havt liggjandi, men sum høvdu uppiborið meira. Samstundis varð bókin “Stanley” givin út, sum Hilmar Jan Hansen hevur skrivað. Úr einari permu í aðra er hetta ein rørandi frásøgn um tónleikin, lívið og minnini, sum hava myndað Stanley. Bæði bókin, fløguútgávan og eldri fløgur kunnu keypast (og signerast) á staðnum, har høvið eisini verður at hitta bæði Stanley og Hilmar Jan eftir konsertina.
Atgongumerki kunnu keypast her.







