Nú verður maskinhøllin bygd út.
Í mong ár hevur maskinhøllin verið ov lítil til at hýsa allari útgerð og maskinum hjá Vestmanna kommunu. Tí hava aðrir bygningar eisini verið nýttir og bilar og stór akfør hava verið noydd at staði úti.
Hetta verður nú broytt, tí nú skal alt undir tak og undir sama tak.
– Tað verður gott at fáa meira pláss, og at fáa allar maskinur og útgerð undir turt. Hetta fer eisini at síggjast aftur í, at útgerðin fer at halda longur og at vit ikki skulu gera ábøtur so ofta og keypa nýtt, sigur Torbjørn Egholm, arbeiðsformaður.
Í síðstu viku fóru feðgarnir Eyðstein og Jóni Durhuus undir at klárgera stoypiarbeiðið og hesa vikuna verða veggirnir stoyptir. Bygt verður niðaneftir, afturat verandi maskinhøll. Nýggja høllin verður knapt 200 fermetrar.