Komandi vikurnar fara vit at seta sjóneykuna á starvsfólk í kommununi.
Á teimum ymsu økjunum í kommununi starvast nógv dugnalig og eldhugað fólk, sum hvønn dag gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiði. Endamálið er at geva innlit í fjølbroytta arbeiðið í kommununi og í tey menniskju, sum standa aftanfyri tænasturnar.
Fyrsta starvsfólkið hjá Vestmanna kommunu, sum vit hava valt at seta sjóneykuna á, er Torbjørn Egholm. Hann starvast sum arbeiðsformaður og hevur ábyrgd av at skipa arbeiðið á tekniska økinum, eins og hann hevur beinleiðis samskifti við umsitingina hjá kommununi. Undir arbeiðsformanninum eru sjey starvsfólk.
Torbjørn leggur arbeiðsdagarnar hjá toyminum til rættis og hevur m.a. ábyrgd av vegum og gøtum, reinsiverki og kloakk, vatnverki, ruskplássi, kirkjugørðum og grønum økjum.
Torbjørn er útbúgvin timburmaður og var sum ungur í læru hjá Olaf hjá Ginnu – nakað, sum sæst aftur í hansara væl frágingna arbeiði. Torbjørn hevur starvast hjá kommununi síðan 2017.
Torbjørn er orkufullur, stundum tvørur og sæst sjáldan uttan eitt ball hangandi í munninum. Hann gongur serliga høgt uppí vatnverkið, sum kemur fólkunum í bygdini til góðar við reinum vatni.
Tað er altíð nógv ferð á arbeiðsformanninum. Hann er altíð fyrstur til arbeiðis og síðstur heim. Tá kavi er, kemur hann teimum flestu í bygdini við, tí hann grevur enntá túnini hjá fólki.







