Umskipan av gamla kirkjugarði til almenna hoyring

Uppskot um umskipan av gamla kirkjugarði er við hesum sent til almenna hoyring. Gjørt verður vart við, at freistin at gera viðmerkingar til málið er 1. juli 2022. Møguligar viðmerkingar kunnu stílast til vestmanna@vestmanna.fo. Almennur borgarafundur var hóskvøldið 2. juni 2022, har møguliga ætlanin varð løgd fram og har borgarar sluppu til orðanna. Skjótt verður…

Frá Staðnum – um at deila myndir

Um at deila myndir á netinum. Nú mikukvøldið 8. juni 2022 Kl 20:00 kemur Rannvá at fortelja frá hesum. Um hvussu nakrar myndir frá 2016 brádliga vóru deildar víðari. Staðið skrivar soleiðis: Rannvá Magnadóttir er ein av kvinnunum sum eru endaðar í sokallaðu “Golden Maps”, og var tann fyrsta at traðka fram alment í stríðnum…

Týning av skøru

Vestmanna Kommuna fer í næstum at halda áfram við at týna skøru. Í hesum sambandi verður heitt á íbúgvar í kommununi um at boða frá, hvar skøra er, soleiðis at týningin gerst so munadygg sum gjørligt. Boðast kann frá á tlf. 770100 ella 770122. Sí nærri kunning frá Umhvørvisstovuni um skøru her.

Borgarafundur í Vestmanna 2. juni 2022

Borgarafundur í Vestmanna 2. juni kl. 20:00 í miðnámsskúlanum Umskipan av gamla kirkjugarði og flyting av minnisvarða   Umskipan av gamla kirkjugarði Skjótt verður kirkjugarðurin á Knúgvum ov lítil. Vestmanna bygdarráð hevur tí arbeitt við einum uppskoti um at umskipa gamla kirkjugarðin fyri at hampa um hann og útvega fleiri gravpláss. Eftir eina møguliga umskipan,…

Skrá til bygdarráðsfundin 01.06.22

Almennur bygdarráðsfundur verður mikukvøldið 1. juni 2022, kl. 19.00 á Kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá:   Til viðgerðar fyri opnari hurð:     Mál 92 Ársroknskapurin hjá Vestmanna Kommunu fyri 2021. J.nr. 32002-1-2021   Mál 94 Uppskot frá Trivnaðar- og Umhvørvisnevndini og tilmæli frá Fíggjarnevndini til áheitan frá Kirkjuráðnum um niðurtøku av trøum í gamla kirkjugarði. J.nr.:…

veks bumerki

Røktarstarvsfólk til heimið á Grønanesi

Røktarstarvsfólk til Heimið á Grønanesi Hesi størv eru leys at søkja til Heimið á Grønanesi í Vestmanna, sum eisini fevnir um útiøkið í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu. Føst størv og tímalønt størv: ·         Sjúkrarøktarfrøðingar ·         Heilsurøktarar ·         Heilsuhjálparar ·         Frítíðaravloysarar Starvsbrøkur eftir avtalu og byrjanardagur skjótast gjørligt. Førleikar / krøv Vit sóknast eftir fólki sum…

Ung í arbeiði 2022

Ert tú úr Vestmanna og gongur í 9. flokki í Vestmanna Skúla, og ert tú ágrýtin og arbeiðssom/arbeiðssamur, kanst tú nú melda teg til Ung í arbeiði í summar. Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi, og arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum at rudda, lúka og fríðka.   Tíðarskeið Arbeitt verður frá hósdegnum 23.…