Søkt verður eftir tveimum arbeiðsfólkum til fríðkan av kommununi.

Søkt verður eftir røskum og ágrýtnum arbeiðsfólkum til fríðkanartoymið at byrja skjótast til ber.   Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.: fríðkan av gøtum og øðrum kommunalum økjum gróðurseting og sláing av almennum økjum Umsøkjarin kemur partvíst at arbeiða sjálvstøðugt, og skal tí duga at leggja sín egna arbeiðsdag til rættis.   Vit væntað at tú: hevur koyrikort til…

Starvslýsing: Reingerðarfólk til Vestmanna Kommunu

Vestmanna Kommuna sóknast eftir tveimum dugnaligum reingerðarfólkum Ein til dagstovnin Gjáarlon at arbeiða 2,5 tímar um dagin. Ein avloysara til ymiskar fyrifallandi reingerðaruppgávur.   Um størvini Starvið á Gjáarlon inniber alla dagliga reingerð av dagstovninum. Starvið sum avloysari inniber at arbeiða eftir nærri avtalu.   Førleikakrøv Vit vænta, at umsøkjarin: Er blíð/ur, fyrikomandi og møtir…

Fíggjarætlan fyri 2023 samtykt

Góðu vestmenningar Á bygdarráðsfundi 23. nov. 2022 samtykti Vestmanna Bygdarráð fíggjarætlanina fyri 2023, sum er merkt av stórum íløgum í bátabrúgvar, nýggj gravarpláss og fyrireikingar í samband við at Vestmanna Skúli stendur fyri eini høvuðsumvæling. Skattaprosentið verður óbroytt 21,25%. Barnafrádrátturin verður verandi á kr. 5.000. Gjaldið fyri barnaansing verður tað sama, umframt at hvør familja…

Løgtingsval 2022

TIL VELJARAR TIL LØGTINGSVALIÐ 8. DESEMBUR 2022 Í VESTMANNA KOMMUNU Atkvøðugreiðslan fer fram hósdag 8. desember, í ítróttarhøllini. Atkvøðutíðin er millum kl. 10.00 og kl. 20.00 og heldur fram, so leingi veljarar møta uttan steðg.   Heimaval Tey, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima, til og við…

Kanning: Menningar- og ferðavinnuætlan fyri Vestmanna

Góðu Vestmenningar Hóast Vestmanna er ein ferðavinnubygd, kunnu vit saktans gerast ein enn størri partur av ferðavinnuni. Tað hevur stóran týdning at bygdarfólkið er við í eini menningar- og ferðavinnuætlan. Tí spyr Bygdarráðið tykkum vestmenningar, hvat ið tit ynskja – soleiðis at úrslitið av kanningini kann verða grundarsteinurin undir menningar- og ferðavinnuætlanini. Spurnarblaðið er fyrst…