Uppraðfestingin av børnum og ungum ber frukt

Í sambandi við stóru spurnakanningina hjá Lóður fegnast Vestmanna Bygdarráð um góða skoðsmálið frá borgarum í bygdini, sum svaraðu spurninginum: “Hvussu nøgd/-ur ert tú við barnaansingina” Í tí sambandi vitjaðu umboð fyri bygdarráðið Dagstovnaøkið og Ungdómshúsið og bjóðaðu børnum og starvsfólki frukt, góðgæti og lagkøku.   Sambært Hera á Rógvi, sum er annar av stjórunum…

Skrá til bygdarráðsfundin 28.08.2024

Almennur bygdarráðsfundur verður mikudagin 28. august 2024, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni.   Til viðgerðar fyri opnum hurðum   Mál 300 Forprosjektering – Vestmanna Skúli J.nr.: 8220002-1-2024   Mál 301 Leigugjøld fyri Ítrottarhøllina og hølir í Vestmanna skúla J.nr.: 8216002-4-2024     Til viðgerðar fyri afturlatnum hurðum   Mál 302 Ársins herðaklapp 2024 J.nr.: 6002-1-2024    …

Ársins herðaklapp

Enn ber til at senda uppskot til Vestmanna Bygdarráð um hvør skal fáa ársins herðaklapp.   Í uppskotinum – sum kann sendast uttan navn – skal grundgevast fyri, hví viðkomandi persónur ella felagsskapur eigur at fáa ársins herðaklapp 2024. Uppskotini kunnu latast í postkassan á Bakkavegi 8, ella sendast til vestmanna@vestmanna.fo í seinasta lagi í…

Staðið letur upp aftur 20. august

Eftir ætlan skuldi Staðið lata upp í kvøld. “Men vit eru eitt sindur seinkaði við upplatingini.”   Fyrr í ár fekk Bjørg á Rógvi, borgarstjóri vitjan av 7. flokki har tey lærdu eitt sindur um arbeiði hjá kommununi. Borgarstjórin brúkti eisini høvið at spyrja tey, um tey høvdu nøkur ynski. Tey smæddust ikki og høvdu…

Ársins herðaklapp

Á Vestmannadøgunum 2024 fer Vestmanna Bygdarráð aftur at heiðra persóni ella felagsskapi, ið hevur skarað framúr til gagns fyri fókið og Vestmanna bygd. Ársins herðaklapp verður handað leygarmorgunin 7. september 2024, í samband við at kommunan bjóðar øllum til morgunmat í ítróttarhøllini.   Øll eru vælkomin at senda uppskot til kommuna um hvør skal fáa ársins…

Stórfingna vitjan úr Íslandi

Í gjár tann 1. august 2024 fekk Vestmanna kommuna vitjan av 50 eldraborgarum úr Ólafsvík/Snæfellsbær.   Vestmanna kommuna tók upp vinarbýasamband tann 1. juli í 2001, og síðani hevur verið samband kommunurnar ímillum. Onkuntíð hava íslendingarnir verið í Føroyum og øvugt.   Eldraborgararnir vitjaðu í Vestmanna kirkju, har borgarstjórin beyð vælkomin. Í kirkjuni spældi Magni…

Søkt verður eftir leiðandi húsavørði

Vestmanna kommuna søkir eftir leiðandi húsavørði til kommunalar bygningar at byrja 1. septembur 2024 ella eftir nærri avtalu. Vestmanna kommuna er í stórari menning. Hetta merkir, at tað er alsamt størri tørvur á, at ognirnar verða viðlíkahildnar. Kommunan vil tí menna sína egnu rakstrar- og viðlíkahaldsdeild. Leiðandi húsavørðurin kemur saman við teknisku deild at hava…

veks bumerki

Sunrid á Borg er sett sum nýggjur deildarleiðari á Grønanesi – VEKS

Sunrid er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur í 2005, og hevur viðkomandi leiðsluútbúgving og leiðsluskeið. Hon hevur í fleiri ár arbeitt sum deildarleiðari á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum, og somuleiðis verið leiðari fyri ymsar stovnar hjá Almannaverkinum. Sunrid á Borg er búsitandi í Kvívík.   Uppgávan sum deildarleiðari er fyrst og fremst at virka í einum nýskipaðum bygnaði…