Summarstarv á grøna økinum

Hevur tú hug at hjálpa grøna toyminum í Vestmanna kommunu í summar? Vestmanna kommuna søkir eftir tímaløntum summaravloysara.   Arbeiðsuppgávurnar eru: At lúka og røkja økir í kommununi saman við grøna toyminum Hjálpa til við teimum grønu økjunum og gøtunum í kirkjugarðinum Grassláing Annað fyrifallandi arbeiði   Um teg: Sum persónur ert tú ágrýtin, forvitin…

Leys størv innan frítíðaransingina

Vit leita eftir tær, sum brennur fyri einum virknum degi við sjóneyku á rørslu og rørslugleði til øll børn í Vestmanna.   Vit á dagstovnaøkinum í Vestmanna sóknast eftir eldhugaðum starvsfólki til Kongskjallaran, sum húsar 59 børnum frá 1. til 3. flokk. Vit ynskja okkum ein starvsfelaga, sum hevur hjartað fyri børnum, og sum brennir…

Umhvørvis- og rørsludagar um vikuskiftið

Tað er ikki neyðugt at keða seg um vikuskiftið, tí ovmikið er at fara til, nú umhvørvis- og rørsludagarnir í Vestmanna eru byrjaðir. Fríggjadagurin byrjaði við ruddingardegi, har allir næmingar hava verið runt bygdina og tikið rusk upp. Aftaná ruddingina fingu næmingar og lærarar sunkist og okkurt søtt.   Dipping, endurnýtsla og hondbóltur Leygardagurin byrjar…

Skrá til bygdarráðsfundin 18.06.2025

Bygdarráðsfundur verður mikudagin 18. juni 2025, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni.   Til viðgerðar fyri opnum hurðum   Mál 39 Ársroknskapurin hjá Vestmanna kommunu fyri 2024 J.nr. 32002-1-2025   Mál 40 Eykajáttan til maskinhøllina – 2. viðgerð J.nr.: J.nr.: 30102-1-2024   Mál 41 Eykajáttan til rakstur, Vestmanna skúli – 1. viðgerð J.nr.: 1606202-2-2021   Mál 42…

Umhvørvis- og rørsludagar í Vestmanna

Vestmanna kommuna leggur aftur í ár dent á heilsu, og øll eru boðin við. Frá hósdegnum 12. juni til og við fríggjadagin 20. juni, skipar kommunan fyri ymsum tiltøkum, har dentur verður lagdur á rørslu, sosiala samveru og umhvørvið. Verkætlanin ABC fyri sálarliga heilsu hjá Fólkaheilsuráðnum, sum kommunan er partur av, byggir á tríggjar súlur…

Garðaskøruvika 2. – 8. juni

Vestmanna kommuna fer saman við Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU) at eggja borgarum í kommununi um at hjálpa til við at burturbeina skøruna.   Garðaskøruvikan hjá FNU er byrjað og heldur fram til 8. juni, og tit kunnu sjálvi velja, hvønn dag tað liggur best fyri at fara út og týna garðaskøruna. Les vegleiðingina um,…

Søkt verður eftir leiðandi húsavørði

Vestmanna kommuna søkir eftir leiðandi húsavørði at byrja 1. september 2025 ella eftir nærri avtalu. Sum leiðandi húsavørður hevur tú ábyrgdina av viðlíkahaldinum av kommunalu bygningum, nýgerð, bæði inni og úti, nýtslu av teimum, samskipan av vasking í ávísum bygningum, at tekniskar skipanir virka og at menna húsavarðartoymið. Avgerð um setan verður grundað á eina…