Juleif verður nýggi leiðandi húsavørðurin
Vestmanna bygdarráð hevur sett Juleif Durhuus í starv sum leiðandi húsavørð. Hann tekur við starvinum tann 1. oktober 2025. Juleif er 52 ára gamal og búsitandi í Vestmanna. Hann fekk prógv sum timburmaður í 1993 hjá Jóni Durhuus. Flest bygdafólk kenna Juleif fyri hansara handaligu dygdir, har hann sum sjálvstøðugur vinnurekandi hevur smíðað fleiri sethús…