Kunningarfundur um skúlabygging

Vestmanna kommuna ger nú stóra íløgu í børnini og framtíðina. Í 2026 verður farið undir at høvuðsumvæla og umbyggja gamla skúla á Kongsteigum. Dagføringin snýr seg ikki bara um nýggjan klædning og vindeygu, men um at skapa best møguligu karmar fyri góðari læring og menning. Elsti partur av Vestmanna skúla er frá 1950, og næstelsti…

Boða frá vespubýli

Heitt verður á borgarar um at boða kommununi frá, um tit koma fram á vespubýli í Vestmanna.  Vespur duga væl at krógva býli móti vindi og veðri. Eyðkend støð eru t.d. undir grasbakkum og grótlaðingum. Staðið, har vespurnar flúgva út og inn, er tó ofta lætt at finna og staðfesta. Áðrenn miðjan juli sæst og…

Nútímas venjingarhøli í gerð

Skjótt fer at bera til hjá íðkarum hjá VÍF at styrkivenja í høllini. Kommunan er nevnliga í holt við at byggja ein tilbygning á vestursíðuni á høllini, ið skal brúkast sum venjingarhøli. Væntandi verða venjingarhølini klár at taka í nýtslu um mánaðarskiftið oktober/november. Bygningurin er 80 fermetrar við høgari trom og hevur beinleiðis atgongd og…

Góður 112 dagur á dagstovnunum

Í dag hevur 112 dagur verið á báðum barnagørðunum og í frítíðarstovuni í Vestmanna. 112 dagurin hevur til endamáls at læra børn um týdningin av nummarinum 112 og knýta bond millum børn og starvsøkini. Sløkkilið, politiið og starvsfólk hjá sjúkraflutningstænastuni vitjaðu fyrst í Gjáarlon hjá teimum yngru børnunum,  og síðan hjá teimum eldru børnunum, har…

Móttøkan prýdd við listaverki hjá Silju Strøm

Vestmanna kommuna heitti í fjør á Silju Strøm um at listprýða móttøkuna í húsinum hjá umsitingini. Silja var beinaveg sinnað at fara undir uppgávuna, og við nærlagni hevur hon arbeitt upp á listaverkið, sum nú er handað kommununi og komið upp á pláss. Um listaverkið sigur Silja: Málningurin eg havi málað, bjóðar áskoðarunum inn í…

A-landsliðið venur í Vestmanna

Kvinnulandsliðið í hondbólti venur í Vestmanna í kvøld frá 17.00 til 19.00.  Í hesum sambandi eru øll børn í Vestmanna boðin í høllina at hyggja og fáa autograf ella mynd við leikarunum eftir venjingina. Venjingin í kvøld er liður í fyrireikingunum til EM-undankappingina, sum byrjar í oktober og til HM-endaspælið í Týsklandi, sum byrjar í…

Kirkjuráðsval 2025

Góðu kirkjufólk Nú stundar til kirkjuráðsval, har høvið verður at velja nýtt kirkjuráð. Valið verður týsdagin 4. november 2025 Øll kirkjufólk yvir 18 ár, sum standa á vallistanum 28. oktober 2025, hava valrætt. Verið vælkomin at gera ein lista við valevnum. Dømi um ein slíkan sæst her. Kirkjusóknin umfatar bygdirnar Vestmanna og Válin. Valbæri hava…

Fjølmentanarvikan verður sett í Vestmanna

Fjølmentanarvikan 2025 verður sett í Vestmanna í ár. Fjølmentanarvika er ein mentanarvika, ið hevur sum endamál at fagna, fevna og varpa ljós á mentanarliga fjølbroytnið í føroyska samfelagnum. Í Vestmanna búgva fleiri tilflytarar frá spennandi tjóðskapum, ið hava eina ríka mentan og siðvenju. Til setanina av fjølmentanarvikuni fara nøkur teirra at vísa á nakað av…

Skrá til bygdaráðsfundin 17.09.2025

Bygdarráðsfundur verður mikudagin 17. september 2025, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni. Til viðgerðar fyri opnum hurðum   Mál 60 2. viðgerð av eykajáttan til trýstbingju.   Mál 61 1. viðgerð av eykajáttan til útbyggingina av kirkjugarðinum   Mál 62 1. viðgerð av eykajáttan til gongubreyt   Mál 63 Umsókn av sundurbýti av matr. nr. 260a   Mál…