Útbúnir rørslumennarar

Fýra av námsfrøðingunum á dagstovnaøkinum í Vestmanna fingu í gjár prógv sum vegleiðari í rørslumenning. Hetta er samstundis fyrstu námsfrøðingar hjá Vestmanna kommunu, ið hava nomið hesa útbúgving. Ein vegleiðari í rørslumenning arbeiðir við at menna kropsliga rørslulagið og sansaførleikarnar hjá børnum. Arbeitt verður m.a. við spæli, venjingum og sansastimuli, ið stuðlar undir grov- og…

Nú lýsir øll viðarlundin

Streymur er nú lagdur niðan í ovala økið í viðarlundini, samstundis sum lendið er gjørt av nýggjum. Í gjár bjóðaði viðarlundanevndin øllum at síggja nýgjørda økið. Fyri nøkrum árum síðan vórðu lyktapelar settir framvið øllum gøtum í viðarlundini, men stóra ovala økið, ið stundum er karmur um tiltøk og sum nógv fólk í Vestmanna annars…

Bedingsboyan aftur á bedingini

Tað munnu vera nógv í Vestmanna, sum hava minnir um bedingsboyuna, og sum børn hava stuttleikað sær á henni. Eftir at hava verið i útlegd aðrastaðni í bygdini í nógv ár, er bedingsboyan nú aftur á bedingini. Bedingsboyan var til at binda í aftara endan á skipum, sum vóru á beding. Hildið verður, at boyan…

Spælhúsið karmur um tiltøk og trivna

Nú kann Spælhúsið brúkast av áhugafeløgum í bygdini og annars bíleggjast til mentanarlig tiltøk v.m.. Á seinasta bygdarráðsfundi var ein reglugerð fyri Spælhúsið samtykt. Reglugerðin sæst við at trýsta her. Spælhúsið er ætlað til ymisk mentanarlig tiltøk í Vestmanna. Harafturat kunnu áhugafelagsskapir í Vestmanna leggja húsið av til sínar fundir og tiltøk. Spælhúsið kann ikki…

Stuðulsumsóknir skulu sendast inn á Vanganum

Vestmanna kommuna setir á hvørjum ári eina upphædd av á fíggjarætlanini til stuðul av ymsum slag. Størsti parturin av stuðlinum verur latin til trivnaðarátøk av ymsum slag, sum stuðla undir felagslívið í Vestmanna. Tiltøk og átøk, sum gera tað enn stuttligari og betri at búgva í Vestmanna. Í eina tíð hevur verið borið til at…

Jólahugni á Staðnum

Staðið skipar fyri jólahugna fyri tey ungu í desember. Fríggjakvøldið 12. desember, frá klokkan 19:00, verður skipað fyri jólahaldi fyri 7. flokki til 17 ár. Opið er til klokkan 01.00. Týsdagin 16. desember, frá klokkan 15:00 til 18.00, verður jólahald fyri fyri 4. – 6. flokki. Tað verður ymiskt jólaligt á skránni, m.a. pakkaspæl og…

Fundur um kommunalu ferðavinnuætlanina

Í samband við at Vestmanna kommuna skal lata inn kommunala ferðavinnuætlan til landið, verður bjóðað til fundar.  Fundurin er ætlaður øllum heimafólki, festarum og hagastýrum, umframt ferðavinnuaktørum, ið selja túrar ella ætla at fara undir virksemi við túrum í Vestmanna. Á skránni verður kunning um ferðavinnuætlanina og lagt verður upp til prát og viðmerkingar. Fundurin verður…