Kafe, framsýning og søla

Johnsa handil er opin Kristi himmalsferðardag, hósdagin 14. mai, kl. 14:00 – 17:00 Hósdagin skipar kvøldskúlin í Vestmanna saman við Helgu Gásadal og Kristinu Sundstein Borgarlíð fyri einum hugnaligum tiltaki. Á skránni er: Framsýning hjá Vestmanna kvøldskúla Søluframsýning Kafe við heimabakaðum køkum og bollum Søguløta fyri børn kl. 14:00 Skriviskeið kl. 15:00 Lesiskeið kl. 16:00…

Fyrsta ferðafólkaskip í ár

Fyrsta ferðafólkaskipið hetta summarið kom til Vestmannar tíðliga í morgun. Talan er um marglætisskipið Silver Endeavour. Skipið er frá 2018 og er bygt til rannsóknarferðir í Arktis og Antarktis. Umborð eru 200 ferðafólk, og manningartalið er 209. Ímeðan Silver Endeavour vitjar í Vestmanna, fara ferðafólkini undir Vestmannabjørgini, á rundferð í Faer Isles Distillery og ein…

Felags 112-dagur

Allir 1. – 3. floksnæmingar úr Vestmanna,- Eiðis,- Kvívíkar,- og Sunda kommunu eru bodnir til Margáir í Streymnesi til ein 112-dag.  Tað er SSP-samstarvið í VEKS økinum, ið skipar fyri. Børnini fara at læra um neyðugu hjálpina, ið er tøk, týdningin av henni og hvussu ein ger í ymsum støðum. Eisini verður skíggjanýtsla á skránni.…

Nýtt trivnaðarøki tekur skap

Kommunan er farin í holt við at snøgga um og menna eitt nýtt trivnaðarøki við hylin niðanfyri John´sa handil. Tað eru nógv, ið hava varnast tað, tí longu nú síggjast børn og familjur hugna sær í økinum. Hetta er gleðiligt, tí hóast arbeiðið ikki er liðugt enn, ber væl til at stuttleika sær har. Kommunan…

Rørslureikan verður fyrstu vikuna í juni

Vestmanna kommuna leggur aftur í ár dent á heilsu í eina heila viku, og øll eru boðin við. Frá mánadegnum 1. juni til og við sunnudagin 7. juni, verður skipað fyri ymsum tiltøkum, har dentur verður lagdur á rørslu, sosiala samveru og umhvørvið. Eitt nú vera gongutúrar, venjingar, dansur, dipping, binding, frásagnir, verkstovur osfv.. Vilt…