Ein vika við rørslu og trivnaði

Vestmanna kommuna leggur aftur í ár dent á heilsu í eina heila viku, og øll eru boðin við. Frá mánadegnum 1. juni til og við sunnudagin 7. juni, verður skipað fyri ymsum tiltøkum, har dentur verður lagdur á rørslu, sosiala samveru og umhvørvið. Eitt nú vera gongutúrar, venjingar, dansur, dipping, saunagos, binding og mangt annað.…

Port of Vestmanna

Heimapartar í Vestmanna

Nú grind legði beinini í Havn í gjár, hevur Vestmanna eisini fingið sín lut. 20 hval koma til Vestmanna  og øll eru vælkomin at skera upp. Heitt verður eisini á óroynd at koma oman á keiina at hjálpa til – har vera fólk sum geva frálæru og vegleiða í at skera upp. Byrjað verður at…

Sarita fingið heiðurstekin frá kongi

Sarita Eriksen hevur fingið viðurkenning fyri drúgva og trúgva tænastu sum lærari í Vestmanna Skúla. Nógv fólk vóru komin saman seinnapartin í Auluni, har skipað var fyri einari heiðursløtu fyri Saritu. Tað var ein serlig løta, tí umframt, at Sarita varð heiðrað fyri, at hava starvast sum lærari í yvir 40 ár, fekk hon eisini…

Summartónar í kirkjuni

Ein forvitnislig klaverkonsert verður í kirkjuni í kvøld við dugnaligu Laura Farré Rozada úr Spania.  Konsertin er partur av Summartónum, sum Vestmanna kommuna aftur í ár stuðlar, fyri at bygdafólkið kann fáa ókeypis og øðrvísi tónleikaupplivingar í Vestmanna. Hetta summarið vera tríggjar Summartónakonsertir. Dr. Laura Farré Rozada er klaverleikari og støddfrøðingur. Hon hevur vunnið nógvar…

Hvítusunna: Broytingar í innsavningini av húsarhaldsposum

Í sambandi við hvítusunnu eru broytingar í innsavningini av húsarhaldsposum. Húsharhaldsposarnir í Vestmanna verða heintaðir týsdagin 26. mai   Soleiðis verða húsarhaldsposarnir heintaðir eftir hvítusunnu í hesum økjum: Týsdag 26. mai: Fuglafjørður, Kambsdalur Hósvík, Saksun, Hvalvík, Streymnes, Langasandur, Haldórsvík, Tjørnuvík, Gjógv Funningur, Funningsfjørður, Elduvík, Skálafjørður, Oyndarfjørður, Hellur Vestmanna, Válur, Kvívík, Stykkið, Leynar, Skælingur Sandavágur, Miðvágur,…

Johnsa handil verður endurskaptur

Ein tíðarlummi verður nú endurskaptur. Eyðkendi ljósaguli handilin við grønum og hvítum sprossavindeygum og reyðum taki niðri við sjóvarmálan, hevði virksemi til fyrst í 1990unum. Í 1996 keypti Vestmanna kommuna húsini. Síðan tá hevur søguligi handilin og tilhoyrandi Vektarbúð og íbúð, einans verið brúkt í samband við tiltøk í bygdini. Nú er ætlanin at fáa…

Skráin til bygdarráðsfundin 20. mai

Fundur verður í bygdarráðnum mikudagin 20. mai kl. 17 á kommunuskrivstovuni. Mál á skrá eru: 100: Broytingar í bygdarskipanini. Víðkan av havnarøkinum við grótkastinum á Fitjum og víðkan av vegøkinum og sethúsaøkinum á Rógvu. 101: Broytingar í bygdarskipanini á matr. 144a. 102: Broytingar í bygdarskipanini. Víðkan av neystalendi á Fitjum. 103: Dagføring av leigugjøldum fyri…

Broyting í ferðsluni á Bátastevnuni

Niðari Vegur verður einsrættaður frá Fossáverkinum og til Heygagøtu frá í kvøld 15. mai klokkan 20.00 til og við leygarkvøldið á midnátt.  Nú árliga Bátastevnan er skotin í gongd, merkist tað m.a. í øktari í ferðslu. Serliga fríggjakvøld og leygardag er nógv ferðsla. Fyri at alt skal koyra smidligt og ómakaleyst, verður einvegis ferðsla eftir…

Ansing í Vestmanna í summar

Tilmeldingin til ansing í summar er nú opin. Freistin at tekna til er fríggjadagin 22. mai. Dagstovnarnir í Vestmanna kommunu eru stongdir frá viku 30-32. Tað er frá mánadegnum 20. juli og opið er aftur sum vant mánadagin 10. august. Skúlin og Kongskjallarin fara í summarfrí frá mánadegnum 22. juni og byrja aftur mikudagin 12.…