Leki á vatnleiðing

Arbeitt verður uppá vatnleka niðanfyri gomlu kommunuskrivstovuna. Vatnveitingin til Útibø kann tí gerast óstøðug og til tíðir vera burtur. Óvist er, nær vatnveitingin verður støðug aftur, men einaferð út á seinnapartin skuldi umvælingin verið liðug.  

Stongt vegna páskafrí

Kommunuskrivstovan er stongd frá 11. apríl. Opið verður aftur týsdagin 19. apríl kl. 9.00. Um tygum hava átrokandi boð til kommununa ella boð um jarðarferð, ber til at ringja til telefon 770 109. Um tygum hava boð viðvíkjandi drekkivatni og kloakk ber til at ringja til arbeiðsformannin á telefon 770 126. Barnaverndartænastan í VEKS svarar…

Válan í Vestmanna

Aftur í ár verður válað í Vestmanna, tá fimm ymisk støð leygarkvøldið 23. apríl 2022 leggja pall til fimm sera ymisk tónleikanøvn, alt frá Dupultkvartettini til Frændur. Pallarnir vera í Kirkjuni, í Vektarbúðini, á Disvoy, á Staðnum og í Silkienni. Bólkarnir sum fara á hesar pallar eru Dupultkvartettin í Ebenezer, Lena og Niclas, Jens Marni Hansen, Høgni Lisberg og Frændur. Hvør…

Hølið eitur nú Silkienni

“Hølið – har Bryggjan var fyrr” eitur nú Silkienni. Tann 4. februar 2022 skrivaði Vestmanna Kommuna út navnakapping til hølið á Bakkavegi 11. Vestmanna Kommuna hevur leigað hølið síðan 2017 og hevur nú sett umvælingar í verk til tess at dagføra tey til miðalstór mentanarlig tiltøk. Í hesum sambandi var eisini bjóðað til navnakapping.  …

Tími jarðarinnar: Sløkkja ljósini í ein tíma

Leygarkvøldið 26. mars kl. 20.30 – 21.30 verður tími jarðarinnar. “Earth Hour” er eitt afturvendandi tiltak, sum skal minna okkum øll á okkara felags ábyrgd fyri at minka um veðurlagsbroytingarnar. Øll verða boðin til at luttaka í tiltakinum. Vit mæla fólki til at sløkkja ljósini heima við hús ein tíma komandi leygarkvøld. Vestmanna Kommuna tekur…

Skrá til bygdarráðsfundin 30. mars 2022

Almennur bygdarráðsfundur verður mikukvøldið 30. mars 2022, kl. 19.00 á Kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá:   Til viðgerðar fyri opnari hurð:   Mál 79 Uppskot frá Teknisku Nevnd og tilmæli frá Fíggjarnevndini um reglugerð fyri nytslu av kommunalum lendum. J.nr.: 8216002-0-2022 Mál 80 Uppskot frá Havnanevndini og tilmæli frá Fíggjarnevndini um skaðan á pierin á Fitjum. J.nr.:…

Vestmanna Sangkór hevur várkonsertir í Hoyvíkar, Sandavágs og Vestmanna kirkjum

Várkonsertir í Hoyvíkar, Sandavágs og Vestmanna kirkjum Nú korona er av og várið kemur so líðandi, fara vit at fagna ljósari tíðum við trimum várkonsertum. Tað verður Vestmanna Sangkór við orkestur- og urgutónleiki. Fyrsta konsertin verður í Hoyvíkar kirkju sunnudagin 20. mars kl. 19.00. Síðani verða tvær konsertir leygardagin tann 26. mars – tann fyrra…